Nýggjur maður í EB/Streymamálinum

Løgmansteypið: Seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym verður á Svangaskarði klokkan 16.15

Næstsíðsti dysturin í kappingini um løgmanssteypið verður nú klokkan 16.15. Hann er á Svangaskarði, har B68 hevur vitjan av EB/Streymi. Undan dystarbyrjan eru toftamenn frammanfyri við trimum málum. B68 vann fyrru hálvfinaluna 3-0. Hon var 28. juni í Hólmanum á Eiði.

 

Merkisvert er tað, at aftur í dag er nýggjur maður millum stólparnar hjá EB/Streymi. Tað er Silas Eyðsteinsson. Seinastu ferðirnar hevur Steven Van Dijk verið málmaður hjá EB/Streymi, sum hevur leigað hann úr 07 Vestur, har hann er eykamálverji hjá Ara í Haraldstovu Petersen.

 

Silas Eyðsteinsson, sum annars verjir málið í næstbestu deildini hjá B36, er ikki heilt ókendur í EB/Streymi, tí hann vardi málið hjá EB/Streymi, tá ið tað 31. august endaði 1-1 í Sørvági, tá ið EB/Streymur var gestur hjá 07 Vestur.

 

Á beinkinum hjá EB/Streymi er eingin, sum hevur royndir í at verja málið.

 

Samantaldi vinnarin av hálvfinaluni millum B68 og EB/Streym fer annan leygardag at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti HB.

 

 

 

B68 – EB/Streymur kl. 16.15

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B68: Benjamin Schubert – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen – Mohamed Samba, Ragnar Samuelsen, Jørgen Nielsen – Boubacar Dabo

 

EB/Streymur: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft – Tóki H. Johannesen, Dánjal Godtfred, Bogi Reinert-Petersen, Rani Berg í Soylu, Gutti Dahl-Olsen – Filip Djordjevic