Í gjárkvøldið samtykti Vágs býráð fíggjarætlanina fyri 2026, og í ætlanini eru fleiri áhugaverdar byggiverkætlanir.
- Størsta ætlanin hjá kommununi er, at gamli svimjuhylurin í Vágs skúla skal gerast um til ein nýggja mentanardepil, sum bæði Vágs skúli, Mussikskúlin og mong onnur kunnu fáa gleði av í framtíðini.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag, og lagt verður aftrat, at hetta mál var fyrstu ferð á tekniborðinum í 2016, tá fyrstu tekningarnar vórðu gjørdar av Mayfinn Norðoy.
- Tá fóru táverandi býráðsmeiriluti og skúlaleiðslan í Vágs skúla til framløgu við tekningunum um nýtt audiatorium, og hetta var hin 5. jan í 2017. Málið varð síðan tikið uppaftur í mentanarnevndini í mars 2021.
Vágs býráð samtykti einmælt at fara undir arbeiði at gera komandi mentanardepil lidnan.
- Nakað av hesum arbeiði er longu gjørt. Arbeiðið at gera sjálvan svimjihylin um til audiatorium/ samlingsstað varð bjóðað út, og tað arbeiði fekk byggifyritøkan P/F Norcon í Vági.
Ein bygginevnd varð sett í 2022, og saman við mentanarnevndini var eitt av fyrstu ynskjunum at hava góðar umstøður, bæði til skúlan og mussikskúlan. Her skuldu verða góð ljóð-og ljósviðurskiftur og góð goymsluhølir, sum krevjast í slíkari byggiverkætlan.
Eisini varð avgjørt, at uppruna svmjuhøllin skuldi síggjast aftur í byggistílinum.
- Síðani tá eru fleiri broytingar gjørdar við byggiætlanini. Seinni í 2025 var ynski frá mentanarnevndini at fáa eina nýggja stásliga móttøku, har gomlu umklæðingarrúmini eru. Hetta varð eisini einmælt samtykt av býráðnum.
##med2##
Í Vágs kommunu verður víst á, at komandi nýggi mentanardepilin skal brúkast í skúlatíðini og alment eftir skúlatíð.
- Nú hevur kommunan so samtykt fíggjarætlanina fyri 2026, har býráðið hevur givið grønt ljós fyri at gera alt arbeiði liðugt, siga tey í Vágs kommunu í dag.
Leggjast kann aftrat, at Fuglark Arkitektar hava gjørt nýggjastu tekningar av nýggja mentanardeplinum í Vági.
Meira um verkætlanina kann lesast á www.vagur.fo












