HM: Montenegro vann greiðan sigur á Paraguay í okkara bólki

Føroyar møta Paraguay sunnudagin

Klokkan 19.30 í kvøld spælir føroyska kvinnulandsliðið annan dystin í innleiðandi bólki D í HM-endaspælinum í hondbólti.

 

Mótstøðuliðið í Trier í Týsklandi í kvøld verður Spania, ið vann 26-17 (15-9) á Paraguay í fyrsta dystinum. Føroyar taptu í fyrsta dysti sínum 27-32 (13-15) fyri ovast styrkismetta liðnum í bólkinum, Montenegro.

 

Fyri løtu síðani vann Montenegro annan dystin í bólkinum. Montenegro vann greiðan 34-25 sigur á Paraguay. Í steðginum var Montenegro frammanfyri við seks málum, 19-13.

 

Sostatt hevur Montenegro fýra stig fyri tveir dystir, meðan Paraguay einki stig hevur. Sunnudagin klokkan 14.30 spæla Føroyar móti Paraguay.

 

Toppskjúttar hjá Montenegro vóru Anastasija Marsenić við seks málum, og Matea Pletikosić og Dijana Trivić við fimm málum hvør.

 

Toppskjútti hjá Paraguay við átta málum var Fernanda Insfran Mora.