Tá bygdarráðsfundur var á Sandi hin 1. juni, var eitt av málunum ein umbøn frá Búnaðarstovuni at ummæla eina møguliga radarstøð á Knúki.
Knúkur er fjallið eystanfyri Hálsavøtnini, sum tú koyrir ímillum, tá tú kemur niðan úr Skopun og ert ávegis til Sands ella eysturbygdirnar í oynni.
Sum skilst, er talan um at byggja eina nýggja radarstøð til sivila loftferðslu, og FT Net er knýtt at hesi verkætlan.
Verandi radari til sivila loftferðslu stendur á Sornfelli, men hann skal burtur, tá nýggja radarstøðin verður bygd á Sornfelli.
- Vit hava einki ímóti, at ein radarstøð verður bygd á Knúki, og vit hava givið Búnaðarstovuni tað tilmæli, sum biðið er um.
Tað sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, sum vísir á, at hetta er eitt mál, sum í eygunum hjá Sands kommunu er nýtt.
##med2##
- Málið er ikki avgreitt, og søkt er ikki um byggiloyvi, men vit hava givið Búnaðarstovuni okkara ummæli.
Borgarstjórin sigur, at soleiðis, sum hann skilir støðuna, sleppur sivili radarin bara at standa á Sornfell eitt ávíst tíðarskeið aftrat.
- Vit hava skilt, at ætlanin er at byggja eitt hús og so radaran sum ein kupil á Knúki, sigur Kristian Oskar Henriksen.












