Nýútbúgvin skulu ikki í ALS

Vit í HUXA halda, at nýútbúgvin eru ein stórur og ein sterkur samfelagsbólkur. Tey skulu bera og menna Føroyska samfelagið framá. ALS er ein trygging, til tey, ið hava havt eina fasta inntøku, og missa arbeiðið. Hetta er ein útsettur samfelagsbólkur – tað eru tey nýútbúnu ikki á sama hátt.

 

Jenis av Rana førdi fram í KVF leygardagin, at nýútbúgvin skulu sleppa upp í ALS, meðan tey flyta heim og søkja arbeiði. Tey skulu hava rætt til kr. 14.144,- í útgjaldi um mánaðin.

 

Javnaðarflokkurin hevur eisini meldað út, at hann stuðlar eini tílíkari skipan.

 

Hetta skal venda fráflyting til tilflyting.

 

Vit í HUXA stuðla fultút at fáa vent rákinum, men vit halda, at hetta er skeivur máti at fara fram.

 

Heldur enn at taka nýúbúgvin upp í ALS, kundu tey hildið fram við at fingið somu upphædd, sum tey fingu í studningi, meðan tey vórðu undir útbúgving.

 

Tað kann so verða útgoldið frá Studna ella aðrari skipan, men samstundis skuldi tað verið peningur, tey skuldu rinda aftur, tá tey fáa arbeiðsinntøku.

 

Uppskotið hjá Mið- og Javnaðarflokkinum kann gera, at nógv heldur vilja hava 14.000 kr frá ALS enn at taka eitt ófaklært arbeiði, ið kanska gevur áleið somu løn.

Tað halda vit í HUXA ikki er rætt.

 

Arbeiðarar eiga ALS
Vit halda, tað er sosialpolitiskt og moralskt skeivt, at fólk, ið ikki hava goldið inn í ALS skipanina, skulu fáa pening úr henni.

 

Tey eiga ALS, ið hava goldið inní fleiri ár og møguliga fáa brúk fyri stuðli seinni. Arbeiðarar hava goldið inn, og tískil eiga arbeiðarar skipanina – ikki nýútbúgvin.

 

ALS inngjaldið hevur eitt hámark á 6500 krónur um árið. Hetta merkir, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, ger at lág- og miðalløntu lutfalsliga gjalda tann størsta partin fyri at nýútbúgvin skulu fáa ALS útgjald. Javnaðarflokkurin vil javna frá lág- og miðalløntum til komandi háløntar akademikarar.

 

Hjálp til sjálvhjálp

Nýútbúgvin skulu sleppa at skráseta seg á starvsportalin hjá ALS. Hetta skal hjálpa teimum at koma skjótari út á arbeiðsmarknaðin eftir loknan lestur.

Sum ein liður í at fáa fólk heim skuldi mann heldur lagt seg eftir at sett skipanir í verk, ið gera tað smidligt og lætt hjá fólki at fáa arbeiðsroyndir. Tað skuldu verið skipanir í flestu økjum, so flest øll kunnu fáa viðkomandi royndir eftir útbúgving.