Oddagrein· Bárður Nielsen leiddur í KT-óføri?

Tað frættist, at Gjaldstovan (GS) rópar varskó, tí at almennir stovnar vilja sleppa úr Búskaparskipan Landsins. Bárður Nielsen sigur, at “um nøkur ár” skulu allir stovnar brúka Búskaparskipan Landsins. Hevur landið veruliga eina so frálíka fíggjarstýringsskipan, at hon ikki gerst ótíðarhóskandi eftir eitt tíggjuáraskeið, eins og stórt sæð alt annað innan KT heimin? Er trupulleikin veruliga, at landið ikki hevur ordiliga stýring á, ella er trupulleikin bara, at stovnarnir ikki vilja nýta júst ta skipan, ið GS hevur brúkt nógvar pengar at ment?

Hvussu nógv hevur skipanin hjá landinum kostað at ment? Hvussu tíðarhóskandi er hon? Hvussu brúkaravinarlig er hon? Hvørjar fyrmimunir gevur hon framum aðrar skipanir? Hvat kostar hon í rakstri? Er hon bíligari enn aðrar skipanir, íroknað menningarkostnaðin? Hvørjar upplýsingar, sum landsins skipan gevur, kunnu ikki fáast burtur úr einari fíggjarsstýringsskipan, sum stórt sæð allur heimurin nýtir? Hvat er argumentið fyri, at landið mennir egnar skipanir, sum í dag at kalla kunnu fáast sum hyllavørur?

Hesir spurningar eigur Bárður Nielsen at fáa svaraðar, áðrenn hann roynir at forsvara skipanina hjá GS, ið eftir øllum at døma ikki klárar kapping. Seljast kann almenna skipanin helst heldur ikki, tá man eftir øllum at døma noyðist at hótta almennar stovnar til at brúka hana. Tað vildi av sonnum verið ein gøla, um man vil tvíhalda um eina óbrúkiliga og ótíðarhóskandi skipan

Tað kann ikki koma óvart á Bárð Nielsen, at ábyrgdarfullir stovnsleiðarar til eina og hvørja tíð ynskja at nýta tey mest tíðarhóskandi amboðini til endamálið. Marknaðurin og KT vinnan eru full í effektivum fíggjarstýringsloysnum. Ein ordilig fíggjarstýringsskipan kann geva allar tær upplýsingar, einum tørvar, nær sum helst.

Tað tykist vera sera reaktionert í hesum visiónstíðum, um landið ikki loyvir stovnum at brúka tey bestu og bíligastu KT amboðini. Uppaftur meiri ótrúligt er tað í einum heimi, har KT skipanir næstan gerast ov gamlar tann dag, tær koma á marknaðin, at hoyra ein landsstýrismann tosa um, at landsins egna óseljiliga forrit skal brúkast av øllum stovnum “um nøkur ár”. 2015 er um nøkur ár! Skulu almennu Føroyar tá vera á einari teknologiskt afturúrsigldari oyggj?

GS má kunna lista krøvini til fíggjarupplýsingar frá stovnum. Stovnsleiðarar burdu so fingið litið upp í hendi at havt tær skipanir, ið kundu givið hesar upplýsingar til ásettu tíðina. Tey, ið so vildu brúkt landsins fíggjarstýringsskipan, kundu brúkt hana, meðan tey, sum ikki vildu, kundu brúkt aðrar skipanir, ið nøktaðu sama tørv. Um stovnarnir skifta til aðrar skipanir, er skipanin hjá GS ikki kappingarfør og eigur at vera kasserað. Røttu avvarandi burdu so lært av tí, heldur enn at farið til Landsgrannskoðaran. Soleiðis er veruligi heimurin innrættaður.

Sosialurin