Fiskiskapurin verður skipaður eftir lóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir norðhavssild og makreli, umframt eini kunngerð um tað sama. Reyði tráðurin er, at allir skipabólkar skulu fáa burturav.
Men aftur í ár eru spælireglurnar broyttar. Stóra sildakvotan er komin afturat, skipini eru bólkað øðrvísi, lutfallið millum skipabólkar er ikki tað sama, og ei heldur gjalda øll sama prís fyri at fiska.
Undanfarin ár hava verið merkt av gitingum og illgitingum um, hvussu virðini eru umsitin. Gitingarnar hanga við, tí trupult hevur verið hjá almenninginum at fáa skjøl á borðið, ið útgreina tað, ið gjørt verður.
Tá sjálvt royndir fiskimenn hvøkka við av skipum úr fornari tíð, sum brádliga fáa ein nýggjan makrelungdóm, eigur onkur klokka at ringja. Og tá skip verða handlað aftur og fram, sum tá smágentur býta glansbíløt, skapar tað gróðrarbotn fyri gitingum.
Avleiðingarnar eru mistreysti og misálit, ið máar burtur av trúvirðinum og álitinum á okkara høvuðsvinnu.
Seinasta symptomið sást í síðstu viku, tá politiskir pástandir um korruptión blivu konverteraðir til revolvarajournalistiskt undirhald, har landsstýrismaðurin úr bláari luft partú skuldi svara, hví hann ikki var ein »crook«, ein brotsmaður. Svarið fekst sjálvandi ongantíð, men eftir hongur skuldsetingin.
Avbjóðingin hjá landsstýrismanninum er at duga at greiða frá býtinum. Tað kann vera mikið gott við sterkum politikarum, ið tora at taka politiskar avgerðir. Men avgerðirnar mugu rótfestast í fyrisitingini, soleiðis at ein og hvør kann bæði síggja og skilja grundgevingarnar fyri, hví hesin ella hasin nú eisini sleppur upp í part.
Grundleggjandi pedagogikkur er at fáa fólk at skilja tað, ið tú ger. Ta uppgávuna eigur Fiskimálaráðið at uppraðfesta. Argumentið, at ein komandi fiskivinnunýskipan ruddar upp í øllum fløkjum, kann ikki brúkast í hesum sambandi.
Tí meðan sjógvurin væntandi fer at kóka av makreli og sild, kann kjakið um stóru samfelagsvirðini gerast uppaftur heitari. Og uttan góðar grundgevingar gerast trúvirðið stóri taparin.