Oddagrein· Hvat gera vit so?

Tað stendur nógv á ymsa staðni innan tað almenna, tá tað kemur til pengar. Vit hoyra dag og dagliga um akuttan tørv á pengum til ábøtur og rakstur. Skúlar, sjúkrahúsverk og flestu almennu tænasturnar vísa seg at mangla pengar. Hetta má merkja, at økið hevur fingið ov lítið av pengum til viðlíkahald og uppgradering seinnu árini.

Hvussu ber tað til? Vit hava havt metgóð ár nú í skjótt 10 ár, har vit hava havt so mikið av pengum á fíggjarlógini, at vit hava sent 366 milliónir um árið retur til donsku stjórnina. Hetta kom vanligi føroyingurin ikki at merkja, varð sagt. Hvussu ber so til, at útbyggingar innan skúla- og heilsuverk hava ligið á láni í allarbestu tíðum? Ein sovorðin peningatørvur, har alt skríggjar eftir pengum kemur ikki knappliga. At politikarar enn brúka kreppuna fyrst í nítiárunum sum undanførslu fyri forsømilsi av eitt nú skúlum, er ov bíligt, tá vit nú í eini 10 ár hava havt søguliga góðar uppgangstíðir.

 

Meiri áhugavert verður tað, tá politikarar úr øllum flokkum siga seg vilja koma blokkinum til lívs í næstu framtíð. Hvussu ætla teir at hetta skal røkkast, samstundis sum almenni raksturin alsamt økist, og íløgur í skúladeplar, universitet, granskaraparkir, altjóða flogvøll, tunlar o.s.fr. skulu gerast? Alt hetta fer at økja um almenna raksturin, ið ikki hongur saman uttan blokk í dag. Hann vísir seg at hanga somikið illa saman, at man hevur forsømt viðlíkahald og útbygging seinnu árini í allarbestu tíðum, har skattainntøkurnar ár um ár hava sett met. Hvussu skal so hesin rakstur kunna hanga saman uttan blokk um fá ár, tá skattinntøkurnar kanska ikki fara at seta met? Ætla politikarnir sær at spara á almenna rakstrinum komandi árini? Tað sær ikki soleiðis út við vallyftunum.

 

 

Her má onkur frágreiðing koma frá teimum politikarum, sum vísa seg at vilja blæsa og hava mjøl í munninum. Eitt minsta krav má vera at siga veljarum, hvussu raðfestast skal næstu árini, og hvar neyðugi inntøkuvøksturin skal koma frá, um blokkurin skal burtur. Sjálvandi skulu vit hava áræði og økja um okkara framleiðslu fyri í minsta lagi at koma upp á sama støði sum grannalondini, men tað er ov bíligt bara at halda áfram við ókritiskari danskari lógarkopiering við hartilhoyrandi øktum rakstrarkostnaði og skattasatsi, meðan tosað verður í luftigum vendingum um fuglarnar á takinum. Vit hava havt ymisk vinnufremjandi tiltøk í mong ár, og ikki kann sigast annað, enn at langt tykist vera ímillum úrslitini. Í hvussu so er, so má bara staðfestast, at tað verður ein góð løta, áðrenn hesi tiltøk koma at geva góðar 600 milliónir um árið beint inn í landskassan, um nakrantíð. Hvat gera vit so? Tað er spurningurin, ið eigur at vera eitt høvuðsevnið til valið.

 

Sosialurin