Eitt annað, ið er eisini skeivt, er tað at heimastýrisflokkarnir nú vilja broyta heimstýrislógina, sum um hetta er ein nýggjheit. Fyri Sambandsflokkin kann hetta verða parvíst rætt, men tað er ikki rætt at skera Javnaðarflokkin, ið er Føroya størsti yvirtøkuflokkur, og Sambandsflokkin yvir ein kamb í hesum málinum. Javnaðarflokkurin kom í 1990 við einum uppskoti um eina sjálvstýrislóg. Kreppan gjørdi tó, at ikki var arbeitt so nógv við hesum, men ikki kann burturforklárast, at flokkurin longu 8 ár áðrenn fullveldi kom á dagsskrá hevði eitt ítøkiligt uppskot til dagføring av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, og hetta uppskot er nevnt við regluligum millumbilum síðan. Løgið er at samfelagsfrøðingurin ngloymdi hetta.
Fyri at siga tað bart út, so stuðlar slík misinformatión undir populeru tjóðveldismytuna um, at eingin vildi broyta nakað sum helst í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, áðrenn fullveldisætlanin kom á borðið í 1998.
At man so analyserar, at sjálvstýrismálið ikki verður loyst av hesari samgonguni, missir eitt sindur av trúvirðinum, tá ov lætt verður farið um faktuell ting. Annars sær út sum, at einki minni enn loysing kann loysa málið sambært samfelagsfrøðinginum. Her gloymir hann eitt viktugt demokratiskt punkt. Tað er, at málið er loyst, tá veljarin metir, at tað er loyst. Um tríggir út av fýra føroyingum meta, at málið er loyst uppá ein nøktandi máta, so er tað loyst, so leingi veljarin ikki broytir meining. At so ein flokkur ikki metir, at málið er loyst fyrr enn loysingin er veruleiki er so nakað annað.
Løgið sum søgan kann endurtaka seg. Tjóðveldisflokkurin var ein pragmatiskur flokkur millum 1974 og 1998. Áðrenn 1974 var hann ein alt ella einki flokkur, har man var ímóti øllum loysnum innanfyri kongaríkið. Hetta sást til dømis, tá Tjóðveldisflokkurin í 1969 atkvøddi móti føroyskari norðurlandaráðsumboðan. Nú síggja vit aftur alt ella einki politikk í verki. Tjóðveldisflokkurin vil ikki luttaka í frambrotinum á sjálvstyrisleið, ið sitandi samgonga hevur sett sær fyri, tí at tað ikki er víðgongt nokk fyri Tjóðveldisflokkin. Alt ella einki er niðurlagið.
Tað verður áhugavert um flokkurin, um hann er til, fer at pástanda um gott 30 ár, at hann var upphavið til dagføringina av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, eins og hann roynir við føroysku umboðanini í Norðurlandaráðnum.
Sosialurin