Edmund Joensen er sambandsmaður, og tí er tað natúrligt, at hann óttast fyri, at ein skipan við føroyskum deildum á íslendskum sendistovum kann gerast ein hóttan móti ríkisfelagskapinum. Aðrir viðmerkjarar hava eisini verið frammi við hvøssum viðmerkingum, eitt nú Rolf Guttesen, meðan onkur annar er farin í hernað til tess at verja Jørgen Niclassen.
Tað er ikki óvanligt, at lond samstarva um sendistovur og um høli til sendistovur. Norðurlond hava t.d. felags sendistovuhús í Berlin og á Norðurbryggjuni húsast íslendsku, grønlendsku og føroysku sendistovurnar undir somu lon. Sostatt eru fysisku karmarnir ikki í sjálvum sær nøkur hóttan, og tað ber sjálvandi til at innrætta seg soleiðis, at húsfelagararnir ikki fáa atgongd til loynidómar landsstýrisins.
Hetta mál snýr helst um okkurt annað enn praktiskar ítøkiligar trygdarpolitiskar spurningar. Hetta man snúgva seg eins nógv um politikk og um tað symbolvirði, sum ein skipan við sendistovusamstarvi fevnir um. Við sendistovusamstarvi við Ísland sendir føroyska uttanríkisráðið út eitt politiskt signal við sterkum tjóðskaparligum innihaldi nevniliga, at alt ljósið liggur ikki í landsuðri. Ein kann sjálvsagt altíð umrøða, hvørt hetta er skilagott ella praktiskt ella beinleiðis skaðiligt, sum onkur vil vera við. Við ætlaðu skipanini vísa vit dønum og umheiminum, at vit ikki sláa hondina av okkara vinum og vit senda Danmark eitt klárt signal um, at tykkara diplomatiski stuðul kundi verið nógv størri og betri. Vit hugsa her um, hvussu trekt tað hevur gingið at sleppa uppí ymsar ES skipanir, har Danmark ivaleyst kundi havt lagt trýst á ES.
Tað er einki. sum forðar okkum í framvegis at nýta danskar sendistovur, har tað er mest gagnligt og mest praktiskt. Hetta gera vit í dag, men okkurt kundi bent á, at henda skipan kundi rigga betur. Er nakað um tað, kann ein slík skipan, sum Jørgen Niclasen umhugsar, bert gagna og geva dønum nakað at hugsa um. Tað sum, tá samanumkemur, umræður, er, at vit velja loysnir og skipanir, sum gagna føroyskum áhugamálum mest og best. Vit mugu kunna rokna við, at avgerð uttanríkisráðharrans snýr seg um annað og meira enn signal- og súmbolvirði. Vit mugu sjálvsagt rokna við, at uttanríkisáráðið hevur ítøkiligar orsøkir at halda, at ætlaða skipanin við íslenska sendistovusamstarvinum fer at gagna føroyskum áhugamálum. Uttanríkisráðið eigur tí sum skjótast at kunna almenningin um, hvussu og á hvønn hátt ætlaða skipanin fer at gagna føroyskum áhugamálum sum mest og sum best.
Sosialurin?