ODDAGREIN: Átta mió kr og Jørgen sigrar

Flatskatturin og umbønin til dan­ir um at fáa hægri blokk­stuð­ul til Før­oya hev­ur ikki fólks­ins und­ir­tøku. Tað sigur nýggj kanning frá Gall­up Før­oy­ar, sum vit kunngera í blað­num í dag.
Men samgongan arbeiðir kortini vil full­ari ferð at fáa málið samtykt í ting­i­num fyri jól, so skipanin við flat­skatti kann setast í gildi frá 1. jan­uar 2012.

Í dag hava Jørgen Niclasen og hans­ara fólk sitið til sam­ráð­ing­ar í fíggj­ar­mál­a­ráð­n­um í Keyp­mann­a­havn, har upp­gáv­an, sum Jørg­en Nicl­a­sen hev­ur fing­ið frá Kaj Leo Jo­hann­e­sen er, at hann skal fáa 150 til 200 mill­i­ón­ir meira í blokk­stuð­uli, sum er tað, sum blokk­ur­in hevði vaks­ið, um hann var prís­tals­við­gjørd­ur øll ár­ini síðani skerjingina í 2002.
Men tað var púra greitt eftir orða­skift­ið í Fólka­ting­i­num, tá fíggj­ar­lóg­in danska var til fyrstu við­gerð, at tað er lítil og helst eingin møg­u­leiki fyri, at Fólk­a­tingið fer at taka und­ir við eini slík­ari um­bøn. Hin­vegin søgdu øll fram­søgu­fólk­ini, at tey væl kundu taka und­ir við, at blokk­stuð­ul­in verð­ur prís­tals­við­gjørd­ur frameftir.
Tað merkir, at blokkstuðulin ikki veks­ur við 200 milliónum krónum, men við áleið átta milliónum krón­um. So­leiðis verður úrslitið ímillum 142 og 192 mil­l­i­ónir frá tí, sum løg­mað­ur hev­ur sagt.
So er spurningurin, um sam­gong­an mein­ar hetta í álvara, ella um tal­an er um eina hálvhjartaða roynd. Tað er Edmund Joensen, fólk­a­tings­mað­ur, sum hevur tosað mest um at fáa fat­ur á hes­um pengum, sum vit hava »mist« sein­astu 10 árini. Løg­mað­ur tók umsíðir und­ir við tí, og Sam­b­andsflokkurin brúkti tað í valstríðinum.
Tað undrar eisini, at allir hini trígg­ir sam­gong­u­flokk­ar­nir hava kú­vent í hesum máli, og tað fær okk­um eis­ini at mis­teinkja teir fyri lót­ir. Ser­liga Fólkaflokkin.
Rod­mundur Nielsen, sum var fram­søg­u­mað­ur hjá Fólk­a­flokk­i­num, tá mál­ið var fyri í ting­i­num segði, at hetta smakk­aði flokk­i­num illa. Við øðrum orðum, so hevur flokk­ur­in hjá Jørgen Niclasen tosað í­móti ætl­an­ini í løgtinginum, og tí veit Bjarne Corydon sjálvandi av. Tí er laga­ð manni hjá honum at siga nei, til at prístalsviðgera við aft­ur­virk­andi kraft.
Úrslitið verður tískil uttan iva, at Jørg­en Niclasen í kvøld kann kom heim av Flatlondum við einum blokk­stuð­uli, sum verður einar átta mill­i­ónir hægri. Á tann hátt kemur hann heim við einum úrsliti, sum ikki hóvar løgmanni, men sum fellir í góða jørð hjá Fólkaflokkinum og fólk­a­­floksveljarum.
Tá hevur Fólkaflokkurin aftur vunn­ið ein sig­ur í sam­gong­uni. Vildi løgmaður stýrt, so kundi hann sjálv­ur far­ið til Dan­­mark­ar fyri at fing­ið hasar 200 mill­i­ón­ir­nar.