Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava skipað seg í bólk. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin hava somuleiðis skipað seg í bólk. Hesar blokkskipanir hava tað við sær, um tær halda, at tað er ómøguligt at skipa eina samgongu, sum hevur meiriluta. Andstøðan kallar mannagongdina, sum løgmaður brúka fyri ódemokratiska og heldur, at hann eigur at leggja kongin og lata tingformannin bóltin, sum so aftur gevur hann víðari til størsta flokkin. Hvat hann tó neyvan ger.
Hvat enn man heldur vera ódemokratiskt og ómoralskt eftir eitt val, so er tað greitt, at hvør er sær sjálvum næst og tað ikki minst í politikki. Løgmaður hevur helst hildið, at hann hevur tikið eitt genialt stig, tá hann bant Sjálvstýrisflokkin til sín. Harvið hevur hann tryggjað Fólkaflokkinum luttøku í nærum øllum samgongumøguleikum. Men kanska var hetta eisini eitt sjálvmál, nú tá andstøðan brúkar somu resept sum løgmaður. Hvat vit enn halda vera góðan sið og mannagongd og gott demokrati, so má sigast, at løgmaður er í vandaskógvi tá tað um moral ræður. Tað hann ger er meira í atliti til Fólkaflokk enn til fólkastýri. Og sum løgmaður átti hann at sett fólkastýrið fram um Fólkaflokkin.
Nú vita vit ikki, hvat kemur burtur úr hesi løgnu vend í samráðingunum. Spurningurin er, hvussu leingi andstøðan megnar at standa saman. Um løgmaður nú hevur avskrivað C, kann hugsast, at hann gevur H eitt so mikið gott tilboð, at Jenis hevur ilt við at siga nei takk, hóast gjørdu avtaluna við B og C. Vit loyva okkum at ivast í, hvussu leingi Jenis megnar at halda saman við B og C. Í politikki eru avtalur ein grásona. Tí kann avtalan við Jenis gerast ein boomerangur fyri C, sum tó hevur valt at spæla út við opnum og ærligum kortum.
Formaður Javnaðarfloksins hevur rætt tá hann sigur, at flokkurin eftir valið ikki bara kann fara út í Nesið og reparera eina samgongu, sum hevur mist meirilutan. Skal hann við, má byrjast heilt av nýggjum. Spurningurin er, um løgmaður uppfatar tilboðið til C sum eina roynd at reparera uppá eina samgongu ella hann umboðar ein blokk millum sín egna flokk og D og hevur biðið ikki bert C men eisini E koma til samráðingar. Spurningurin er eisini, um løgmaður eisini stendur aftanfyri orðini hjá varaløgmanni um at samgongan fer til samráðingar við C við løgtingssamtyktini um sjálvstýri Føroya Fólks sum grundarlag. Eftir tí sum løgmaður hevur meldað út kundi okkurt bent á, at hetta ikki neyðturviliga er hansara støða eisini. Hann hevur tvørturímóti víst á, at flokkarnir og her ikki minst E verður noyddur til at nærkast miðjuni meira ella linka um ferðina á fullveldistilgongdini. Løgmaður veit, at skal hann fáa C við, so verður tað ikki við einum E, sum setir dagskránna. Vil løgmaður ikki leggja kongin nú so eigur hann at melda greitt út, at A og D sum blokkur og ikki sum partur av samgongu vil hava samráðingar við bæði E og C. Ber ikki til at fáa hesar flokkar at semjast eigur hann at royna ABC.
Sosialurin