Her finnast flestu av sjónvarpsskráunum, sum føroyingar síggja umframt útvarpssrkáir og fevna tær um alla jólahalguna og fram til nýggja árið. Vónandi taka lesarar okkara væl undir við hesum okkara nýggja tiltakinum VARPINUM, sum tí eisini vónandi er komið fyri at verða. Heimurin verður alsamt minni og meira viðkomandi við tí tøkniligu menning, sum fer fram, og hetta ger eisini, at áhugin fyri at fylgja við í tí, sum hendir aðrstaðni á øllum økjum, veksur Tí meta vit at Varpið er ein sera hent tænasta fyri allar føroyingar, sum brúka part av síni livitíð at síggja útlendskar sjónvarpsrásir. Hava lesarar hugskot um, hvussu vit kunnu gera hetta blað uppaftur betri, so haldið tykkum imkki aftur at gera vart við tykkum. Vit geva so eisini út til jóla stórt eykablað, JÓLABLAÐIÐ við nógvum og fjølbroyttum tilfari. Vónandi kunnu vit við hesum báðum eykabløðum vera eitt gott íkast til eina friðsæla og óstrongda jólahátíð.
Sosialurin