Oddagrein·Vit kunnu fyribyrgja!

Hvat kunnu vit gera fyri at verja okkum ímóti eldsbrunum? Henda spurningin hava uttan iva mong sett sær sjálvum og øðrum síðani seinasta vikuskiftið, tá ein syrgiligur eldur kravdi tvey mannalív ? tveir smádreingir, sum ongan møgueika høvdu at koma úr flammuhavinum.

Sjálvandi kunnu vit tryggja okkum á ymiskan hátt, uttan at tað er sagt, at vit sleppa undan slíkum syrgiligum vanlukkum, at hús brenna í grund og at fólk brenna inni. Summi fyribyrgingartiltøk kann hvørt húski gera í sínum lagi. Onnur tiltøk kunnu t.d. tryggingarfeløg gera.

Millum annað kunnu øll húsarhald fáa sær roykvarnarar, sum helst skulu vera samanbundnir. Tað merkir, at tá ein boðar frá, so boða allir frá. Eisini kunnu húski hava eldsløkkjarar á lofti og í neðra. Eisini ber til at hava eitt brunareip uppi á loftum, ella brunastigar uttan á klædninginum frá loftsvindeyga og niður til lopshædd. Slíkar hava summi hús.

Hetta eru fyribyrgingartiltøk, sum ikki kosta so nógv, um vit sammeta við húsaprísir, ella tá bygt verður, men skulu eldsløkkjarar og brunastigar keypast, so er talan um nakrar túsund krónur. Spuringurin er tí, um slík brunaútgerð ikki átti sloppið undan meirvirðisgjaldi.

Eftir eldin síðsta vikuskiftið hevur verið róð upp undir, at tryggingarfeløgini kravdu, at fólk høvdu roykvarnarar. Um tað skal verða eitt krav ella ikki, er ein spurningurin, sum tryggingarfeløg og landsstýrið kunnu umrøða, men í øllum førum áttu tryggingarfeløgini at mælt fólki til at fáa sær roykvarnar, ella latið føroysku húsunum slíkar, tá tey tryggja seg. Einki er at ivast í, at slíkir kunnu fyribyrgja vanlukkum.

Ein annað mál, sum er umrøtt síðani vikuskiftið, eru tær vandamiklu cellotex-pláturnar, sum húsasmiðir brúktu í mong ár. Flestu hús frá 50-, 60- og 70-árunum hava hesar plátur á bróstunum. Hesar elva til, at eldur tekur dik á seg og at gass tekur seg upp.

Tá tryggingarfeløg og brundaumsjónin vita, at nógv hús hava hesar eldfimu pláturnar á bróstunum er spurningurin, um tryggingarfeløg og myndugleikar ikki áttu eggja fólki til at tikið hesar bleytu pláturnar niður og sett aðrar í staðin. Tað er kanska serliga pensjónistar, sum búgva í húsunum frá hesi tíðini, s hetta kundi verið gjørt við eini skipan, so fólk fingu lagalig lán til hesar umvælingar, sum høvdu bøtt trygdina í húsunum.

Hetta er spurningar vit eiga at umrøða eftir ta seinastu syndarligu vanlukkuna, sum vit øll hugsa um við djúpari samkenslu.

Sosialurin