Seinnapartin klokkan 15 byrjar dysturin millum 07 Vestur og AB í Meistaradeildini hjá monnum á Dungasandi í Sørvági.
R4 hjá Televarpinum vísir dystin.
Tá liðini hittust inni í Vika á Argjum 6. apríl vann AB 2-0.
07 Vestur er aftast í deildini við sjey stigum. AB er nummar fimm við 17 stigum.
Oddsini upp á dystin í Sørvági eru rættiliga jøvn, tó hella altjóða veddingarfyritøkurnar til ein AB-sigur.
Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 2,80 og 3,05.
Oddsini upp á javnleik liggja liggja millum 3,00 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til AB liggja millum 2,13 og 2,22.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##












