Trump: - Øll sum leggja minur skulu skjótast

- Eg havi givið boð um at skjóta og drepa øll, sum leggja minur í Hormussundinum, skrivar amerikanski forsetin á Truth Social

Sambært NTB-tíðindastovuni hevur forsetin, Donald Trump, heitt á amerikanska herskipaflotan um at skjóta allar bátar, sum leggja minur í Hormussundinum.

 

- Eg havi givið boð um at skjóta og drepa øll, sum leggja minur - eisini, um tað eru fólk í smáum bátum, skrivar amerikanski forsetin á Truth Social.

 

Í dag frættist eisini úr USA, at amerikanski herurin hevur lagt hald á ein iranskt oljutangaskip aftrat.

 

Hetta veit AP-tíðindastovan at siga.

 

Sagt verður, at hendingin fór sambært amerikanska verjumálaráðnum fram í Indiahavinum millum Sri Lanka og Indonesia.

 

Navnið á iranska oljutangaskipinum er Majestic X, verður sagt.

 

Áður hevur amerikanski herurin lagt hald á eitt annað iranskt oljutangaskip, sum var ávegis til Kina, og hetta var í umleið sama øki, sum hald nú er lagt á Majestic X.

 

##med2##

 

 

 

Iranska oljutangaskipið, Majestic X