Seinastu tvær vikurnar hava Rósa Olsen og Elisabeth Jacobsen verið í starvsvenjing í Klaksvíkar kommunu.
- Tær ganga báðar í 10. flokki á Skúlatrøð.
Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at fyrstu vikuna vóru tær báðar á vegadeildini, har tær hjálptu til við at stoypa, grava og heingja skeltir upp.
- Seinnu vikuna vóru tær í umsitingini hjá kommununi, har tær hava starvast í móttøkuni og við journal, sum tey siga í Klaksvík.
Harumframt hava tær hesar báðar vikurnar fingið eitt gott innlit í annað kommunalt virksemi.
- Vit takka Rósu og Elisabeth fyri góðan innsats og ynskja teimum bestu eydnu framyvir, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
##med2##











