Øssur Winthereig setir Sandoyarstevnu í annaðkvøld

Tað er Skopun, sum er vertur fyri Sandoyarstevnu í ár. Stevnan byrjar í annaðkvøld, og um vikuskiftið verða nógv ymisk tiltøk á skránni í Skopun.

Tað hevur eydnast at seta saman eina fjølbroytta, góða og forvitnisliga skrá fyri Sandoyarstevnu í ár.

 

Stevnan byrjar í annaðkvøld klokkan 18.30 við skrúðgongu við ítróttarfólkunum í Sandoynni, og klokkan 19 verður stevnan sett niðan fyri Selatraðneystið, har standmyndin yvir Peter M. Dam, fyrrverandi løgmann, stendur.

 

Tað verður kendi tíðindamaðurin, Øssur Winthereig, sum hevur sínar røtur í Skopun, ið fer at seta Sandoyarstevnu í ár.

 

Eftir setanina verður suppa í Selatraðneystinum, og tá lata eisini søluskúrar upp á havnalagnum, eins og her verður tombola, eydnuhjól og tað, tey rópa karamellu tipping og fiskikapping.

 

Klokkan 20 og 20.30 verða tvær tónleikaframførslur. Fyrst verður tað Ingi Poulsen og síðan Sámal Ravnsfjall.

 

Í annaðkvøld klokkan 21 verður felagssangur við lokalum tónleikarum, og í náttartímunum frá klokkan 23 til 03 verður diskotek í Samljóði við Ove & Co.

 

In.fo fer at venda aftur til ymiskt úr skránni fyri Sandoyarstevnu, har rættiliga nógv verður gjørt burtur úr leygardegnum, tá stevnuøkið letur upp klokkan 14.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Kendi tíðindamaðurin, Øssur Winthereig, fer at seta Sandoyarstevnu.