Torkil Olsen er best kendur sum gittarleikari í Føroyum. Hann spældi í bólkum sum Panic, Betrayer, Lisa Sær Dupult, MC-Hár, Malan Eyðunsdóttir Band og Lucination. Hann hevur spælt nógvar konsertir og ofta til dans umframt á fløgu. Men seinastu árini er gittarin mest brúktur til klassiskan tónleik heima í stovuni hjá Torkili.
KT-frøðingur
Seinastu 10 árini hevur Torkil búð í Danmark, fyrstu árini læs hann til telduástøðing í Keypmannahavn. Liðugur í skúlanum fekk hann starv sum KT-frøðingur hjá Mærsk Data, við serligum atlitið at Microsoft forritan. Seinni varð Mærsk Data keypt av IBM - Torkil fylgdi við í keypinum. Í løtuni fæst hann við forritan av tryggingarskipanum. Hann hevur nógvar ymiskar royndir innan forritan. Hann hevur forritað fyri fyritøkur sum A.P. Møller, Lego, TDC og fleiri almennar stovnar. Her er talan um nógvar ymiskar skipanir og heimasíðir. M.a. var hann við í arbeiðinum at gera maersk-air.dk., ið ivaleyst nógvir føroyingar kenna. Torkil sigur, at hóast hann hevur verið í Danmark í 10 ár, so er eingin ivi um, at ætlar sær heim aftur til Føroyar at búgva onkuntíð, kanska enntá ikki um alt ov langa tíð.
Í mangul av betri
Vit hava biðið Torkil um at nevna okkum 5 tær bestu føroysku heimasíðurnar. Torkil sigur, at tað er ringt at finna 5 tær bestu føroysku heimasíðurnar, nógvar av teimum, ið hann nevnir, brúkar hann í mangul av betri. Hann er sum heild ikki serliga væl nøgdur við støðið á føroyskum heimasíðum. Summar atfinningar ganga aftur á fleiri síðum, og eru galdandi fyri flestu føroysku heimasíðurnar. Her er m.a. talan um ringa skipan av tilfarinum, og ringa sniðgeving.
Eisini manglar møguleikin fyri at brúka RSS Feeds á flestu síðunum. Hetta er ein eginleiki, ið gevur brúkaranum møguleika at síggja, hvørjar broytingar eru hendar á síðuni, síðan seinastu vitjan.
Torkil heldur eisini, at tað, at so nógvar heimasíður ikki rigga, uttan at tú skrivar www frammanfyri tær, er øgiliga sigandi. www er ein leivd, frá tá alnetið varð uppfunnið í 1993, og fert tú inn á útlendskar síður, riggar tað altíð bert at skriva síðu heitið. T.d. eru stórar danskar síðir sum dr.dk og tv2.dk marknaðarførdar uttan www. Í stuttum er www ein fornleivd, ið bert verður brúkt í Føroyum.
Tær 5 síðurnar, ið Torkil velur at nevna eru:
www.uf.fo
Heimasíðan hjá Útvarpinum www.uf.fo er besta føroyska heimasíðan. Hon røkir eina tænastu, ið er at bjóða tíðindi til tey vitjandi. Tó er hetta eitt dømið um eina síðu, har tú ikki kanst skriva bert uf.fo. Hetta er tí, at hon ikki er sett rætt upp á servaranum. Tú leggur annars merki til at teknisk dygd liggur aftan fyri síðuna. Hon riggar t.d. í øllum browsarum. www.uf.fo hevur RSS Feeds, og tað er øgiliga gott. Eg veit ikki um nakra aðra føroyska síðu, ið hevur tað. Eitt annað dømið um teknisku dygdina, ið liggur aftan fyri, er drag and drop møguleikin á 15 teimum bestu. Hetta vísir, at fólkini aftan fyri síðuna brúka nýggjastu tøknina og teir møguleikar, hon gevur.
www.uf.fo hevur eitt lekkurt snið, og møguligt er at finna runt á henni. Hon hevur eisini eina avmarkaða nøgd av lýsingum, so tú missur ikki hugin til at vera á alnetinum, tá tú vitjar hana.
portal.fo
Portal.fo veitir eina tíðindatænastu og ber eisini tíðindi, sum ikki beinleiðis eru á www.uf.fo. Portal verður sera regluliga dagførd, hetta er fínt og tað dámar mær væl við síðuni. Tó er sniðið troyttandi. Talið av lýsingum er alt ov stórt. Eg brúki møguleikarnar í Mozilla, at sláa lýsingar frá og hetta hjálpir munandi. Men man kann siga, at eg brúki portal.fo í mangul av betri - har eru eingir veruligar kappingarneytar. portal.fo er ikki innbjóðandi at vitja, og skipanin av tilfarinum er sera ørkymlandi. Skipanin er stutt sagt ógreið, eitt miks maks av øllum møguligum. Tú veitst t.d. ikki, um tú ert á portal.fo, nummar.fo, gulu.fo, tele.fo ella onkra aðrastaðni, tí alt líkist, og skipanin er so ógreið, at tú á ongan hátt kann skilja tað. Síðan hevur somuleiðis deyð link, trýstir tú t.d. á útbúgving á sjálvari forsíðuni, so kemur teksturin NOT FOUND - hetta er ikki nóg gott. Eitt sum eisini irritirar er, at tá tú letur eina síðu upp, stendur niðast á síðuni teksturin, Tað tók 0.851 sek. (ella onkur onnur tíð) at lesa inn síðuna. Henda tíðin vísir ikki veruligu bíðitíðina, men eina fullkomiliga óviðkomandi tíð, ið eg sum teldumaður dugi at gjøgnumskoða, men sum brúkarin ikki kann brúka til nakað - hetta er misvísandi.
nummar.fo
Tað er ikki so nógv at siga um nummar.fo. Hetta er ein góð tænasta. Síðan riggar sum hon skal. Tú kanst t.d. kanna telefonnummur um onkur hevur ringt til tín. Hov nú krasjaði browsarin hjá mær, meðan eg var inni á nummar.fo, tað er sjálvandi ikki so gott, men eg haldi ikki, at tað hendur so ofta á nummar.fo. Síðan er ein partur av øllum portal.fo óruddinum, og tú hevur onga greiða fatan av, hvar tú ert. Sniðið er ørkymlandi. Eg kundi brúkt nógvar tímar til at tosa um brúkaravinarligheitina á øllum hesum ymisku pørtunum av portal.fo.
kagi.fo
Heimasíðan kagi.fo er ein síða, ið minnir eitt sindur um donsku síðuna krak.dk. Tú kanst finna bústaðir í Føroyum og fáa kort, ið greitt vísa, hvat slag av húsum talan er um. T.d. hava sethús ein lit, hjallar ein lit og so framvegis. Síðan riggar og er góð at brúka. Tá tú, sum eg, hevur búð niðri í 10 ár, minnist tú ikki altíð hvat ymisku vegirnir eita, so er hetta ein fín hjálp. Sniðið er ok, men ikki so øgiliga spennandi. Eisini er tað sera keðiligt, at síðan bert riggar í Internet Explorer. Eg vil ikki, at onkur annar skal velja fyri meg, hvønn browsara eg skal brúka, tað vil eg sjálvur avgera.
www.dimma.fo
Tøkniliga er heimasíðan hjá Dimmalætting OK. Tó er tað ov vánaligt, at tað ikki riggar at skriva dimma.fo uttan www. Hyggur tú at dimma.fo í mun til tílíkar síðir í øðrum londum, so er eingin ivi um, at hon hevði endað seinast í eini samanbering. Sniðið eri sjálvt eg, sum eri teldufrøðingur , ørkymlaður yvir, so vanligi brúkarin er ivaleyst uppaftur verri fyri. Síðan hevur nøkulunda sama grafiska samleika sum portal.fo.
dimma.fo verður regluliga dagførd og hevur eisini ymiskar aðrar tænastur, ið hon bjóðar teimum vitjandi, sum t.d. marknað og Sudoku. Men skipanin er sera forvirrandi, tú fært nokkso nógvar aha upplivingar. Tú veitst t.d. ikki, um tú ert inni á dimma.fo ella inni á síðuni hjá P/F Dimmalætting. Trýstir tú t.d. á Sudoku, endar tú inni á síðuni hjá partafelagnum, og leitar tú á henni, so finnur tú ikki tilfarið á dimma.fo. Hetta er ikki logist og tað er eisini ringt at finna út aftur av síðuni hjá partafelagnum.