Um 23 tíðina í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í Leynatunlinum, tá ein bilur koyrdi inn í veggin á tunlinum. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tey eru ikki ordiliga liðug við at kanna ferðsluóhappið. Men bilurin, sum fór heldur illa av óhappinum, royndi at koyra víðari, hóast hann eisini var punkteraður.
Orsøkin til ógreiðuna um óhappið er millum annað, at fólkini, sum vóru í bilinum, ikki hava viljað sagt løgregluni, hvør teirra koyrdi bilin. Tey skylda upp á hvønn annan.
Rúsdrekka er uppií, men nú skal løgreglan so fáa greiðu á, hvør teirra koyrdi bilin, og hvør teirra soleiðis skal skuldsetast fyri rúsdrekkakoyring.












