Ókeypis internet á Føroyarutuni hjá SAS

SAS hevur nú sett Starlink í øll síni Airbus A320neo-flogfør. Tað merkir, at ferðafólk á rutuni millum Vágar og Keypmannahavn eisini kunnu fáa háferðarnet umborð.

Ferðafólk, sum flúgva millum Føroyar og Keypmannahavn við SAS, kunnu nú fáa skjótt internet umborð.

 

SAS hevur sett fylgisveinanetið Starlink í øll tey 81 Airbus A320neo-flogførini hjá felagnum. Tað eru flogførini, sum vanliga verða nýtt á Føroyarutuni hjá SAS.

 

Flúgvingin SK1777 úr Keypmannahavn til Vágar mikudagin varð til dømis flogin við einum Airbus A320neo. Sama flogtýpa hevur verið nýtt á rutuni seinastu dagarnar.

 

Sambært SAS fáa limir í EuroBonus ókeypis atgongd til netið. Sambandið skal kunna brúkast frá fráferð til komu, og ferðafólk kunnu millum annað arbeiða, stroyma og samskifta á netinum undir ferðini.

 

– At vera á netinum er vorðið ein natúrligur partur av gerandisdegnum, og tað broytist ikki, tá vit fara umborð á eitt flogfar, sigur Paul Verhagen, handilsstjóri hjá SAS.

 

Airbus A320neo-flogførini eru umleið 70 prosent av flogførunum hjá SAS. Felagið fer nú undir at seta Starlink í hini flogfini eisini.

 

Hóast A320neo vanliga verður nýtt millum Vágar og Keypmannahavn, kann annað flogfar verða nýtt á einstøkum fráferðum, verður sagt.

 

Starlink veitir netsamband um fylgisveinar, sum ganga í lágari ringrás um jørðina.