Okkara tíð!

Tá myndugleikar sáa iva um vanliga tankagongd og fólk verða eftirbátar, detta niður ímillum ella blíva ofrað í fyrisitingarligum samanhangi.

Í okkara lívi saman við familju og næstringum, saman við arbeiðsplássi, nærumhvørvi og samfelagi, eru viðurskifti alla tíðina á ferð.

Tíðin, tá okkara foreldur vóru børn og vaksin er ein heilt onnur enn tíðin hjá okkum, á so sera nógvum økjum.

Ivaleyst eru vit samd um, at tað mesta hevur flutt seg til tað betra okkara vegna. Tó tykist tað sum fleiri og fleiri nú detta niðurímillum og at  nøgdsemið við lívið ikki heilt kann síggjast í tí vælferð og ríkidømi, vit eru signað við.

Og fleiri og fleiri fólk og familjur vilja aftur til basic, simple living og annað líkt, sum sjónvarpið í hesum tíðum letur upp fyri.

Tí nøgdsemi bleiv ikki í tí arbeiði, vit nýttu tíðina til – ella í tann mun tað tók tíðina frá okkara kæru. Spurningurin kundi eisini verið hvat ið kom fyrst, og um ikki bæði kundu givið meining, um rætt varð atborið.

--

Kann munurin vera, at lívið hjá okkum bleiv øðrvísi og meira alment skipað, - við kørmum, lógum, reglum og almennari fyrisiting í ov stóran mun?

At skipa ein felagsskap við lógum og reglum – uttan mun til um tað eru hølis- og fíggjarkarmar, um tað er bygnaður, um tað er samskifti, um tað er innihald, veitingar og tænastur. Um tað eru klagur, kærur og rættartrygd, um tað eru almenn arbeiðspláss sum starvsøki og um tað eru útbúgvingar og menning.

Ja, í heila tikið, at alt sum hevur við eina almenna forrætning og skipan at gera verður neyvt definerað, lýst og stovnsett í lógum og reglum og gjørt í tí anda og eftir tí leisti, sum livir upp til hesar fyriskipanir.

At hava innlit í almenna fyrisiting er ofta at síggja sum ein ynskiligur førleiki í almennum starvslýsingum.

Starvsfólk, sum eru útbúgvin í fíggjarverð, kt-verð, løgfrøði, marknaðarføring, HR, starvsfólkaøki, heilsu og psykiatri v.m. við støði í fyriskipanum og reglum – starvast sum einstaklingar á økjunum hvør í sær.

Fólkini verða í størri mun sett í starv við atliti til øki og útbúgvingar og í hvønn mun tey megna fyrisitingarlig størv – íroknað journaliseringar,  dokumentatiónskrøv v.m.

Akademiskar útbúgvingar og almennar uppgávur eru oftast  liniærar, soleiðis at skilja – at tann eina gerðin førir til ta næstu og at tað sum verður øðrvísi gevur trupulleikar.

Eitt dømi kann verða Kringvarpið, - tá loyvið at strika Kringvarpsgjaldi var brot á regluna samb. grein tað og tað og mátti kosta starvið.   Liniærur hugsunarháttur, sum eisini ger, at fólk verða bebbarædd fyri at traðka við síðuna av – og systemverðin verður dupult forseglað.

Sostatt byggir tað mesta  upp á  ‘at gera tingini rætt’ og í minni mun at gera ‘tey røttu tingini’.

--

Hvat vil eg so við hesum lýsingum og niðurstøðum?

Jú, eg vil spyrja um tíðin er farin frá at gera tingini rætt og at vit ístaðin fara gera røttu tingini.

Tí systematisering av viðurskiftum førir við sær andaligt tap, soleiðis at skilja, at fólk seta sína egnu tankagongd, persónligheit, nýhugsan, kreativitet og framdrift á vågebluss ella á null – tí tey vinna ivaleyst av peningi við bert at spæla saman við og í gjørdum skipanum. 

Vandin er, at fólkið druknar. Nøkur í starvsligum deyðavatni og onnur, tí tey ikki verða møtt av almennum myndugleikum uttan so, at tey júst hóska inn í settu karmarnar ella sum brúkarar liva upp til skipaðar veitingar ella sømdir.

--

Nei, einki í hesari verð er bara svart ella hvítt ella liniært, eisini tí fáa vit ósemjurnar. 

Ónøgd á arbeiðsplássum, ónøgd hjá borgarum um samskifti við myndugleikar og eina skipan og skattarokning fyri fyrisiting og karmar og ikki nóg menniskjaliga við atliti til brúkarar ella fólkið.

Fleiri persónligir eginleikar, heildarsýn, næstakærleiki og empati rúmast ikki í hesum slagi av almennum  fyriskipanum.

Sum bæði eru fyriskipanir og fakøki, men eisini bleyt viðurskifti og relatiónsarbeiði, har hetta seinna er samskiftið og bandið millum tann einstaka og stovnar ella almenna fyrisiting.

At gera relatiónsarbeiðið bundið og fyrisitingarliga skipað drepur bæði økið og eldsálirnar, sum veruliga kundu gjørt tann munin, sum fólkið leingist eftir.

Í mínari tíð sum politisk ábyrgdarhavandi fyri ymisk almenn øki var eg onkuntíð ígjøgnum hesar skipanir, sum vit hava sett í verðina vegna fólkið.

Uttan at fara inn í sakirnar vil eg siga, at hvørki umsitingarlig øki, umboðsmaður, kæru- ella eftirlitsmyndugleikar vardu dygdir, fólkið og tað rættvísi fólkinum eigur at vera unt í almennum regi.

Tí blívur tað nógva ein oyðimarkarferð, sum vit, hvør í sínum lagi, verða partar av, serstakliga tá vit merkja tað á egnum kroppi.

Eitt nú hava vit áhuga í starvsviðurskiftum, tá vit ikki verða møtt ella tá vit eru fyri órætti, fyri dagstovnaøki, tá vit hava smá børn, fyri skúlaøki tá vit hava størri børn, fyri eldraøki tá vit hava gomul foreldur og so framvegis.

Hvør í sær megna vit lítið mótvegis skipanum og vit flyta okkum, meira og minni særd, og vit fara  víðari tankaliga til onnur øki, tá viðkomandi tíðin var yvirstaðin.

Tað vil siga, at vit góðtóku ta næstbestu ella skeivu loysnina – og vónaðu, at tað kanska ikki bleiv so galið allíkavæl, hóast vit høvdu magakenslur, sum søgdu nakað annað.

Alt hetta samanumtikið, - at vit einki megna sum einstaklingar, kann vera orsøkin til ta støðu okkara samfelag er í í dag.  Ein mistrivnaður, har fleiri og fleiri ung rúsa seg og ikki passa inn. Tí tey vórðu ikki møtt ella tey vórðu møtt liniært - eisini teirra lívsverð og framtíð viðvíkjandi.

Ikki fyri at gera almennum starvsfólki órætt – tí tað eru sera nógv góð starvsfólk, men tey eru undirløgd somu systemverð.

Nýggir politikarar gremja seg eisini um hvussu tungt tað er at arbeiða politiskt – tí beinagrindirnar eru lagdar og væl skikkaðar til tær útbúgvingar- og embætisverð, sum vit hava stuðlað og sett í verðina og sum fær sítt livibreyð – væl og virðiliga fyri okkara skattakrónur eftir hesum treytum og gamla leisti.

Um vit ikki síggja munin, um vit ikki taka okkum saman, um vit ikki javna nakrar av hesum stovnum og skipanum við jørðina og byrja av nýggjum verður tungt við broytingum og lívsinnihaldi hjá okkum og hjá okkara eftirkomarum – eri eg sera bangin fyri.

Vóni politiskt orðaskifti um okkara lívsverð – og niðurlaging av okkara systemverð.

Og at færri detta niður ímillum, verða eftirbátar ella kenna seg vera fyri órætti í almennu Føroyum.

 

Bergun Kass