Arne Thorsteinsson, landsantikvarur, og Símun V. Arge, savnsvørður og formaður í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi verkætlanina fyri at fara undir arbeiðið við at varðveita Múrin í Kirkjubø, standa púra málleysir, nú Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður hevur verið alment frammi og sett spurnartekin við, um Kirkjubømúruriin nú er eitt jarðfast fornminni ella ein bygningur.
Í teirra verð er tað so sjálvsagt, at Múrurin er eitt jarðfast fornminni, sum slík eita i lógini, og ikki ein bygningur, sum skal friðast.
Er friðaður
- Tað er so láturligt at reisa ein slíkan spurning, tí Múrurin hevur ongantíð verið roknaður sum annað enn eitt jarðfast fornminni, ið er friðað pr. definitión.
Mariukirkjan í Kirkjubø er friðað sum bygningur, og tað sama er roykstovan, men Múrurin hevur ongantíð verið friðaður sum bygningur, júst tí hann altíð hevur verið roknaður fyri eitt jarðfast fornminni.
Tað er ikki tilvildarligt, at spurningur um, hvat Múrurin er, verður reistur nú. Ikki er tað Sámal Petur í Grund sjálvur, sum hevur fingið henda tanka. Hann kemur frá festaranum í Kirkjubø, Páll Paturssyni og sakførara hansara, Bjørn á Heygum.
Páll á Heygum og aðrir handaðu fyrst í hesum árinum landsstýrinum eina ætlan um at seta Múrin í stand, soleiðis at hann kundi brúkast til ymisk mentanarlig endamál.
Men landsstýrið kann ikki geva loyvi til at gera slíkar broytingar við Múrin, um hann er eitt jarðfast fornminni. Eitt jarðfast fornminni má ikki broytast men bara varðveitast sum tað er.
1. apríl í ársøkti festarin í Kirkjubø so landsstýrismannin í mentamálum um loyvi at umvæla Kirkjubømúrin sum ein friðaðan bygning.
Greitt svar
Umsóknin varð nakrar dagar seinni send Fornminnissaavninum til ummælis, og Fornminnissavnið svaraði beinanvegin, at Kirkjubømúrurin er ikki ein bygningur í lógarinnar týdningi. Múruruin er friðaður sambært grein 1 í fornminnafriðingarlógini og er ikki ein brúksbygningur.
?Kirkjubømúrurin er týdningarmesta jarðfasta fornminnið í landinum. Hann hevur síðan miðøld verið fríur fyri at verða gagnnýttur sum bygningur. Sum kirkjutoft hevur hann sjalvandi ikki verið millm teir brúksbygningar á festinum, sum festarin hevur havt til brúks, og hevur tí heldur ikki verið førdur inn í festibræv hansara.
Kirkjutoft í øldir
Fornminnissavnið kann tí ikki mæla landsstýrinum til at góðtaka, at festarin nú, eftir at Kirkjubømúruruin í mista lagi í 500 ár hevur staðið sum kirkjutoft, er farin at meta hann sum ein av sínum brúksbygningum, sum hann hevur skyldu at halda viðlíka og hevur rætt at umvæla og seta í nýtuligan stand eftir friðingarreglunum um bygningar?, skrivar Fornminnissavnið í ummæli sínum til landsstýrið og mælir frá at geva loyvi.
- Ætlanin hjá áhugabólkinum er at seta Múrin í nýtiligan stand, og tað er beint tað øvugta av endamálinum við varðveiting av jarðføstum fornminnum, ið ikki mugu broytast, sigur Arne Thorsteinsson.
Løgin málsviðgerð
Arne Thorsteinsson og Símun V. Arge eru ikki sørt misnøgdir við ta málsviðgerð, sum varðveitingarætlan teirra hevur fingið hjá landsstýrismanninum. Ætlanin arð send inn 17. januar, og síðan hava teir ikki hoyrt eitt orð aftur. Teir bóðu um ein fund, men Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, møtti ikki. Regluliga hava teir spurt embætisfólkini uttan um landsstýrismannin, men tey vita einki um málið.
Landsstýrismaðurin hevur tó havt stundir at hava fund við áhugabólkin, sum legði fram síni ætlan samstundis, og fornfrøðingarnir eru eisini vitandi um, at landsstýrismaðurin hevur verið á øðrum politiskum fundum og greitt frá ælanini hjá áhugabólkinum.
- Líkt er ikki til, at landsstýrismaðurin hevur lisið okkar frágreiðing, men hina ætlanina kennir hann væl, og okkurt bendir á, at okkurt fyrigongur aðrastaðni, enn har tað átti. Tí er tað kanska eisini lætt at skilja, hví vit einki frætta, sigur Arne og Símun.
Teir hildu tað eisini vera løgið, tá landsstýrismaðurin seinasta leygardag segði við Sosialin, at hann fór at leggja spurningin, um Múrurin er ein bygningur ella ein toft fyri fornminnanevndina. Løgið at skula frætta slíkt gjøgnum fjølmiðlarnar, og brævið hava teir ikki fingið enn.
- Mál okkara er at varðveita Múrin best møguligt og tí at gera minst møguligt við hann, tí vit hava skyldur yvirfyri okkara fornminnum. Hini krevja, at nú skal henda nakað.
- Eg haldi teirra uppskot vera sera vánaligt, og tað er eftir minum tykki bæði ljótt og óelegant, sigur Arne.
Í fíggjarlógaruppskotinum er ein mió. krónur sett av til Múrin í Kirkjubø. Fornminnissavnið hevur spurt mentamálanevndina, hvussu ætlanin er at brúka pengarnar, men svarið, sum kom týsdagin var, at deildin hevði ongar viðmerkingar.