Frá 7. til 14. oktober 2004 vóru 23 svimjarar úr Havnar Svimjifelag í Aberdeen, har tey vóru á venjingarlegu saman við svimjarum har í býnum.
Felagið fekk 40.000 krónur úr grunninum, sum er fyri vinarbýirnar Tórshavn og Aberdeen. Men tað var ikki nokk, og neyðugt var at útvega meira pening, um ferðin skuldi blíva veruleiki.
Fyritøkan PM-Føroyar stuðlaði felagnum við einum Peugeot 206 WRC skutara til at luta burtur. Lutaseðlilin var ein lykil fyri 50 krónur, sum skuldi passa í eitt lás á skutaranum. Av øllum lyklunum var tað bert ein sum passaði.
Hepni vinnarin var Olaf á Stongunum í Havn, hann hevði keypt tveir lyklar, og annar passaði í lásið.
Saman við Peugeot skutaranum var vinningurin eisini tveir hjálmar og eitt sett av handskum til eitt virði av tilsamans 26.000 krónum.
Hans Andrias sigur, at felagið fekk góðan stuðul frá t.d. PM-Føroyar, Suðuroyar Sparikassa og fleiri øðrum fyritøkum.
Svimjararnir vóru sera væl nøgdir við ferðina og fingu nógv burturúr. Endamálið er at skapa vinarbond millum svimjarar í báðum býunum, og vit síggja fram til at fáa vitjan av svimjarum úr Aberdeen, sigur Hans Andrias.
Hann sigur víðari, at teir høvdu verið fegnir, um tey sum keyptu lyklar kundu gjørt felagnum tann beina at lata teir inn aftur. Lyklarnir eru dýrir at keypa, og kunnu teir væl brúkast aftur til ein annan vinning.
Myndatekstur:
Týsdagin varð Peugeot skutarin handaður hjá PM-Føroyar av formanninum í Havnar Svimjifelag til Jóan Petur, sum er sonur Olaf á Stongunum, hann situr uttast til vinstru. Hinir eru: Hans Andrias Djurhuus, formaður í Havnar Svimjifelag, og John J. Hansen og Rói Bjarnason Poulsen, frá PM-Føroyar
Mynd: Jens Kristian Vang