Savnsmynd

Olja fór á sjógv í Havn

Klokkan 13:40 varð boðað frá oljudálking við Vestaru Bryggju í Havn, tá eitt skip bunkraði. Nakað av olju fór á sjógv.

Savnsmynd

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn var ikki talan um stórar nøgdir.

Sløkkiliðið og løgregla vórðu boðsend. Sløkkiliðið legði út oljuforðingar, so oljan ikki spreiddi seg á sjónum, meðan uppgávan hjá løgregluni er at dokumentera hendingina.

Ein persónur er skuldsettur í málium.

Tá bunkrða verður, og olja fer á sjógv, so er tað eitt álvarsamt mál. Oljudálking er revsiverd, bæði á sjónum og á landi. Eisini um tað ikki verður gjørt við vilja, og tí bøturnar eru sera stórar. Um talan bara 50 litrar, so er bótin longu 25.000 krónur sambært vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni.

Fyri oljudálking á sjónum eru hesar vegleiðandi bótarstøddir: 

25.000 kr. fyri 50 litrar av olju.

150.000 kr. fyri 500 litrar av olju og 

250.000 kr. fyri 1.000 litrar av olju. 

Eru meiri enn 1.000 litrar farnir á sjógv, verður bótin samsvarandi hægri. Umframt bótina, skal dálkarin eisini rinda fyri at basa dálkingini. Er oljudálking framd við vilja ella av grovum ósketni, kann verða talan um væl hægri bøtur ella fongsulsrevsing í upp til tvey ár.

Vakleiðarin á politistøðini upplýsir, at tað er tann, sum tekur ímoti bunkringini, ið sum oftast ábyrgdina, tað kann vera skipari, maskinmeistari ella annar av manningini.

 

 

Savnsmynd