Oljufólk læra føroyskt

Hjá BP halda tey tað vera sera umráðandi, at fólk teirra, sum skulu arbeiða við føroyskum viðurskiftum, eru væl kunnað um føroyska samfelagið, søgu og mentan, og her inngongur undirvísing í føroyskum máli tí sum ein týðandi partur.

 


Olja og mentan



Nú nærkast fyrstu leitingini eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum eru oljufeløgini farin undir fyrireikingarnar, og er ein partur av hesum fyrireikingum kunnleiki til føroyska samfelagið, mál og mentan. Føroyski stjórin hjá BP, Hjarnar Djurhuus setti sær longu tíðliga sum málsetning at upplýsa útlendsku oljufeløgini um føroyska samfelagið og mentan og at læra tey so frægt av føroyskum, at tey kunnu samskifta við føroyingar og fylgja við í fjølmiðlunum.


Fyrsta stigið varð ein samfelagslig kunning, har Jógvan Mørkøre frá Fróðskaparsetrinum greiddi frá um føroysk viðurskifti. Síðani hevur Tórður Jóansson, doktari undirvíst útlendsku oljufólkunum. Tórður, sum í løtuni starvast í Glasgow, ferðast javnan til Aberdeen, har hann undirvísir í føroyskum máli og annars greiðir oljufólkunum frá føroyskari mentan, siðmenning og søgu. BP-fólkini hava umleið 4-6 undirvísingartímar um vikuna og sjálvur heldur Tórður, at tey fáa væl burtur úr. Hann hevur sjálvur lagt undirvísingartilfarið til rættis, nú slíkt ikki finst sum er. ?Eg haldi, at hetta er skilagott tiltak, sum leiðslan í BP hevur tikið stig til, og haldi eg fólkini longu hava lært eini 500 føroysk orð hesar tríggjar fyrstu fríggjadagarnar eg havi undirvíst teimum sigur Tórður Jóansson.


Í løtuni er Tórður í Føroyum, har hann undirvísir oljufólkum á BP-skrivstovuni á Skansavegnum. Talan er m.a. um tey fólkini, sum skulu taka sær av uppgávum í sambandi við 1. boringina í summar. Eitt av fólkunum er sjálvur boristjórin, John Thorogood, sum letur sera væl at undirvísingini. Sjálvur hevur hann arbeitt og búð í nógvum londum og hevur hann altíð roynt at læra seg málið í teimum ymsu londunum. ?Við at læra málið ber til at fáa betri innlit í, hvat fólkið á staðnum hugsar um hesa vinnuna, og fyri okkum, sum skulu arbeiða í vinnuni, hevur tað nógv at siga at vita, hvat lokalfólkið hugsar. John Thorogood heldur tað eisini vera rættiliga áhugavert at merkja sær, at nógv av orðunum í Noregi, Skotlandi og Føroyum líkjast og ganga aftur.


Sjálvur sær hann tað sum eina sera stóra avbjóðing at hava fingið hesa uppgávuna í Føroyum og hann heldur seg eisini vera best føran fyri at útinna sína uppgávu við at verða væl kunnaður um mest møgulig føroysk viðurskifti. Sjálvur vil hann fegin sleppa at fylgja við í bløðunum og annars í loftmiðlunum. Hann hevur annars roynt at tikið til sín tað, sum er umsett til enskt av føroyskum bókmentum, og her m.a. bókina Barbara.

myndatekstur