Oljufeløg ræðast íslendska kol­vetnis­skattin

Tað vakti ans, tá tað herfyri kom fram, at bara tvey oljufeløg høvdu boðið sær til at leita eftir olju í íslendskum øki. Okkurt bendir á, at ov harðar skattareglur hava fingið onnur feløg at halda seg burturi

Seinnapartin tann 15. mai hevði íslendska orku­mála­ráðið fingið umsóknir frá tveimum feløgum, sum søgdu seg vera sinnað at leita eftir olju og gassi undir havbotninum á Drekaleiðini, sum er í landnyrðing úr Langanesi. Tá umsóknirnar nakrar dagar seinni vórðu brotnar upp, vísti tað seg, at onnur var frá Sagex Petrol­eum, og at hion var frá Aker Exploration.

Hóast verkætlanarstjórin hjá orkumálaráðnum, Krist­inn Einarsson, segði seg vera væl nøgdan við, at tvær umsóknir vóru komn­ar, vakti úrslitið av útbjóð­ingini ans. Eitt var, at bara tvey feløg vístu útbjóðingini áhuga, og eitt annað merkis­vert var, at einki av teimum stóru feløgunum lá framvið. Sambært Kristini Einarssyni høvdu onnur feløg spurt seg fyri, og hann segði seg vænta, at tey fara at gera vart við seg á øðrum sinni.

Men hví var áhugin fyri at leita á Drekaleiðini so lítil? Norski viðmerkjarin og ráð­gevin Hans Henrik Ramm heldur, at fyri ís­­lendingar má tað vera eitt vónbrot, at bara tvey feløg søktu um leiti­loyvi, og at hvørki SattoilHydro ella onn­ur altjóða feløg lógu fram­við. Hinvegin hevur einki felag so góðar fyri­treytir í ís­­lendskum øki sum Sagex, tí felagið hevur fyrr verið ráð­gevi hjá íslendsku myndug­leikunum. Men verk­ætlanin er merkt av stórari óvissu og stórum váða, og tað fer at taka langa tíð, áðrenn tær fyrstu inntøkurnar koma upp av Drekaleiðini. skrivar Hans Henrik Ramm í viðmerk­ing­artænastu síni Behind The News.

Hørð skattalóg

Norski viðmerkjarin heldur, at tað eru ov harðar skatta­reglur í Íslandi, sum hava fingið fleiri oljufeløg at leggja íslendsku útbjóð­ing­ina til viks. Í september í fjør kunngjørdu íslendsku myndugleikarnir eitt upp­skot um eina skattalóg fyri kolvetnisvinnuna. Upp­skot­ið bleiv mett sum lagaligt, men tá tann endaliga lógin bleiv samtykt í Altinginum í desember, var innihaldið broytt munandi frá tí upp­runaliga uppskotinum. Hans Henrik Ramm ivast ikki í, at tað vóru hesar broy­tingarnar, sum fingu fleiri oljufeløg at leggja Ís­­land í skufftuna á hesum sinni.

Íslendska kol­vetnis­skatta­lógin arbeiðir við tveimum tíðarskeiðum. Tað fyrra skeiðið umfatar tíðina, til avlopið kemur upp á 20 prosent av framleiðslu­virð­inum, og í hesum skeiðinum skal felagið rinda royalty av bruttoframleiðsluvirkinum uttan nakran frádrátt fyri útreiðslur. Framleiðslu­virð­ið er avgerandi fyri, hvussu nógv felagið skal rinda, og er talan um eitt økið, ið framleiðir nakað tað sama sum tað norska Åsgard, kann gjaldið koma upp á heili 70 prosent.

Sambært Hans Henrik Ramm er íslendska skipanin soleiðis háttað, at royalty-gjaldið kann fara upp um 100 prosent á leiðum, sum framleiða meiri enn 200 milliónir tunnur um árið. Hansara niðurstøða er, at ein oljuleið á Drekaleiðini ella aðrastaðni á Jan Mayen-rygginum skal vera rættiliga stór, skal tað yvirhøvur løna seg at útvinna olju úr henni.

Kreppan broytti lógina

Íslendska fíggjarmálaráðið hevur sagt, at myndug­leik­arnir valdu ta samtyktu kol­vetnisskattalógina fyri at útv­ega ríkiskassanum inn­­tøkur so tíðliga sum gjør­­ligt. Hans Henrik Kvamm sigur, at tað er ikki torført at ímynda sær, at tað íslendska fíggjarmálaráðið hevði ta tilstundandi krepp­una í hug­anum, tá tað upp­runaliga upp­skotið um kolvetnis­skattin bleiv broytt seinasta heyst.

- Men hetta má kallast stuttskygni, tí tað fara at ganga mninst tíggju ár, áðrenn tær fyrstu inntøk­ur­nar koma, og tá er sjálvt tann íslendska fíggjar­krepp­an av, skrivar norski við­merkjarin. Ein annan vansa við teirri herdu skatta­lógini heldur hann vera, at hetta fær oljufeløgini at drála við at taka tær enda­ligu avgerð­irnar um at seta íløgurnar í verk, og tí væntar hann, at íslendingar verða noyddir at broyta lóg­ina.

Vóru í Føroyum

Íslendingar kunnaðu seg um føroyska lóggávuna á kolvetnisøkinum, tá teir fyrireikaðu sína egnu. Petur Joensen, virkandi stjóri á Jarðfeingi, sigur við Sosial­in, at umboð fyri Orku­stofnum og vinnumálaráðið í Reykjavík vóru í Føroyum og kunnaðu seg um ta før­oysku kolvetnislógina, sum regulerar sjálvt kolvetnis­virksemið, men at minni dentur varð lagdur á kol­vetnisskattalógina, tí tað arbeiðið bleiv gjørt í fíggjarmálaráðnum.

Petur Joensen vil ikki gera viðmerkingar til ís­­lendsku kolvetnisskatta­lóg­ina, og um hon kann hava ávirkað áhugan hjá olju­feløgum at leita á Dreka­leiðini. Hann ásannar tó, at tann íslendska lógin er øðr­vísi enn tann før­oyska, og at tað tykist, sum at tann "vanligi" skatt­urin er lægri í Íslandi enn í Føroyum, men at teirra royalty tykist hægri enn okk­ara. Har­aftur­at tykist ser­skatturin vera hægri enn í Føroyum, sigur Petur Joen­sen. Hann leggur afturat, at at ein sam­an­ber­andi mynd av skatta­trýst­inum fæst tó ikki við at samanbera tey ein­støku ele­mentini í skatta­skipanunum. Til tess neyð­ugt at gera út­­rokningar uppá nakrar hugs­aðar verkætl­anir.