Avgerðin hjá Chevron ikki at vera við í leitingini eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini varð tikin fyrr í ár, men ikki fyrr enn nú er tað so vorðið alment. Felagið, sum hevur verið fyristøðufelag í loyvi 008 saman við StatoilHydro, DONG og OMV hevur gjørt avtalu við StatoilHydro, at tað átekur sær leiklutin sum fyristøðufelag.
Eingin almenn útmelding er komin frá Chevron men Sosialurin hevur spurt felagið, hví henda avgerð er tikin og svarið er soljóðandi:
-Chevron hevur gjørt av at taka seg úr loyvi 008, og StatoilHydro hevur yvirtikið leiklutin sum fyristøðufelag. Orsøkin til hetta er, at í einum umhvørvi, sum er merkt av stórari kapping, eru vit noydd at raðfesta soleiðis, at vit fokusera á øki, har vit meta, at teir størstu møguleikarnir finnast. Í hesum førinum halda vit, at júst hesin møguleikin (Føroyaøkið, blaðm.) gevur øðrum størri virðisøking enn okkum sjálvum.
Uppá fyrispurning um hetta merkir, at Chevron als ikki metir Føroyaøkið nóg áhuavert at venda aftur til sigur talsmaðurin fyri felagið víðari:
-Vit fara tó at halda fram at meta um møguleikar á Atlantsmótinum, og hetta útilokar ikki, at vit seinni verða virkin á Føroyaøkinum aftur.
Fleiri viðmerkingar ynskir Chevron ikki at gera í løtuni.
Søkti í 2. útbjóðing
Tað var í 2. útbjóðing nøkur ár herfyri, at Chevron gjørdi av at søkja um leitiloyvi í Føroyum saman við StatoilHydro, DONG og OMV. Felagið hevði eftir øllum at døma fingið blóð uppá tonnina, eftir at tað saman við somu partnarum hevði gjørt eitt stórt oljufund beint hinumegin markið, kallað Rosebank.
Umboð fyri Chevron, sum Sosialurin hevur tosað við seinastu árini hava sagt, at felagið umhugsaði at bora eina brunn í sínum loyvi føroysku megin markið í 2010 ella 2011. Tað var so Rosebankfundið hinumegin, sum líkasum var drívmegin hjá Chevron at søkja um loyvi 008. Gitt hevur síðani verið, at Chevron hevði eina meting av, at olja var báðumegin markið, og tí kundi tað vera hent at sita á loyvunum á báðum síðum og í framtíðini møguliga kunnað kobla saman møguligt fund føroysku megin við Rosebankkelduna hinumegin.
Síðani eru fleiri avmarkingarbrunnar boraðir á Rosebankleiðini og millum oljufólk verður hildið, at hesar hava verið so mikið positivir, at Chevron og hini feløgini hava gjørt av ella eru um at taka avgerð at byggja út feltið.
Ein spurningur vil so vera, um hesir seinastu brunnarnir hava fingið Chevron at broyta hugsan og lata sín loyvispart og leiklut sum fyristøðufelag til StatoilHydro og hini feløgini í samtakinum. Kann tað hugsast, at Chevron hevur mist trúnna uppá, at jarðfrøðiligu viðurskiftini á Rosebank halda fram í føroyskum øki ella kannn avgerðin hjá felagnum rætt og slætt tulkast sum ein nátúrligur spurningur um raðfesting av kjarnuøkjum í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni og lækkandi oljuprísum. Júst sum úttalilsini frá felagnum í dag benda á!
StatoilHydro tekur yvir
Nú er so avtala gjørd í samtakinum um, at StatoilHydro tekur yvir partin hjá Chevron sum fyristøðufelag. Hetta merkir, at norska felagið nú av álvara hevur átikið sær leiklutin sum einasta veruliga lokomotivið í oljuleitingini á landgrunninum sjálvandi við undantaki av ENI, sum borar ein týðandi brunn um ikki so langa tíð.
Men StatoilHydro er so fyristøðufelag í øllum teimum seks loyvunum tað er við í og hevur í hesum sambandi bundið seg til at gera rættiliga víttfevnandi seismiskar kanningar av øllum økinum. Eisini hevur felagið alment boðað frá, at tað fer at bora í minsta lagi ein brunn á landgrunninum, helst í 2011. Felagið hevur tískil nógv at velja í, og á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum nú um dagarnar varð nevnt, at StatoilHydro fyribils arbeiðir við fýra til fimm plássum at seta borin í. Eitt av hesum er nettupp loyvi 008, har felagið júst nú hevur yvirtikið leiklutin hjá Chevron.