Ongar bøtur fyri at koyra við summardekkum í hálku

Løgreglan sigur, at bilarnir sum heild eru væl skøddir, men tað eru nógv dømir um, at tað hevur verið serliga hált í støðum seinastu tíðina.

Um vikuskiftið hava verið eini 15 ferðsluóhapp, sum kunnu knýtast til hálku, men í allar flestu førum eru fólk sloppin rættiliga væl frá hendingunum.

 

Nøkur ferðsluóhapp hava verið, har bilarnir hava fingið størri skaðar, men í allar flestu førum hevur talan verið um lutfalsliga smáar materiellar skaðar.

 

Sambært løgregluni hava fólk sum heild ansað væl eftir í ferðsluni, men í nøkrum førum vóru vegirnir so hálir, at bilarnir gliðu á tað, sum var nærmast - ella út av vegnum.

 

- Í slíkum føri hevur eingin ferð verið á bilunum, og soleiðis hevur talan bert verið um smávegis skeinur, sum bilarnir hava fingið - og eingin fólkaskaði, sigur løgreglan.

 

Tey álvarsligastu ferðsluóhappini seinastu dagarnar vóru við brúnna við Streymin, har ein bilur, sum koyrdi av Norðskála og út á landsvegin, ikki helt víkiskylduna.

 

Í einum øðrum føri stoyttu tveir bilar frontalt saman á brekkuni niðan móti Signabøartunlinum - annar á veg suðureftir, og hin á veg norðureftir. 

 

Í hesum báðum ferðsluóhappunum fórust bilarnir illa, og fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, men tíbetur sluppu fólk eftir øllum at døma hampiliga væl frá hendingunum.

 

Ein bilur hjá Landsverki, sum saltaði Selatraðarvegin, fór eisini út av vegnum herfyri, og her endaði bilførarin eisini á Landssjúkrahúsinum til kanningar.

 

Á Selatraðarvegnum kundi eisini gingið verri, um illa vildi til, tí bilurin hjá Landsverki fór runt, tá hann fór omanav vegnum.

 

Løgreglan sigur, at vegirnir í støðum - og í ávísum tíðarskeiðum av samdøgrinum - hava verið sera hálir, og tað eru vegastrekki, har tað snøgt sagt ikki hevur verið koyrandi.

 

- Soleiðis hava flestu ferðsluóhapp seinastu dagarnar snúð seg um bilførarar, sum mistu tamarhaldið á bilunum, tí vegirnir vóru so serstakliga hálir, at slett ikki var koyrandi.

 

Vaktleiðarin varð í morgun spurdur, hvussu bilarnir eru skøddir, nú tað hevur verið so hált, og nógv ferðsluóhapp hava verið.

 

Men, her segði hann, at her hevur einki verið at sett fingurin á, og ongar bøtur eru skrivaðar í so máta í samband við ferðsluóhappini hesar dagarnar.

 

- Tá boð eru eftir okkum at koma á staðið, verður altíð kannað eftir, hvussu dekkini eru, og her mugu vit siga, at tað sum heild hevur sæð rættiliga gott út, verður lagt aftrat.