HM
Ongland telist millum mætastu fótbóltstjóðir í heiminum. Landið eigur kanska bestu fótbóltskappingina í heiminum, stjørnurnar flokkast á landsliðnum, og potentialið er sera stórt.
Men Ongland hevur trupult við veruliga at gera vart við seg til stóru EM- og HM-endaspølini, og higartil í ár, hevur enska liðið langt frá spælt sannførandi, hóast liðið hevur vunnið báðar dystirnar.
Danski landsliðvenjarin Morten Olsen heldur lítið um avrikini hjá Onglandi í seinastu endaspølunum.
- Tað er eitt vónbrot, at eitt so stórt land við so nógvum góðum spælarum ikki klárar at hava størri leikliga ávirkan á endaspølini. Ongland hevur einki víst í seinastu tveimum endaspølum, men vónandi verður tað øðrvisi í ár, sigur Morten Olsen, ið er fastur viðmerkjari hjá danska blaðnum BT undir HM-endaspælinum.
- Hóast tað eru liðin 40 ár, síðani Ongland vann HM, so er framvegis stór virðing um enskan fótbólt. Orsøkin er ivaleyst Premier League, men eisini bara navnið Ongland skapar virðing. Eg haldi tó ikki, at tað er nøkur orsøk at hava virðing fyri spælinum hjá teimum í seinastu endaspølunum.
Venjarin hevur ábyrgdina
Morten Olsen veit alt um at standa við róðrið hjá einum fótbóltsliði, og hann er avgjørdur, tá ið hann skal finna persónin, sum hevur ábyrgdina av avrikunum hjá Onglandi.
- Sven Gøran Eriksson hevur skyldina av vánaligu avrikunum. Vit venjara vita, at vit hava altíð ábyrgdina av, hvussu okkara lið spæla. Tí er tað altíð Eriksson, sum vit finnast at ella rósa fyri spælið hjá Onglandi. Hansara spælistílur hevur einki vunnið hvørki kappingar ella virðing, sigur ein bersøgin Morten Olsen.
- Nógvir av spælarunum á enska landsliðnum hava verið við í fimm-seks ár hjá Eriksson, og tí áttu teir at virka sum eitt lið. Men beint undan endaspælinum má tað vera órógvandi fyri liðið, at teir ikki rættiliga vita, hvussu teir skulu spæla. Er tað 4-4-2 ella 5-3-2. Tað er undarligt við so stórur spursmálum beint undan eini HM-kapping.
Morten Olsen heldur tó, at um enska liðið fæst at virka sum eind í hesum endaspælinum, so kann liðið vinna HM.
- Ongland er ein av 10 outsidarum, har Brasil er einasti veruligi favoritturin til at vinna HM. Munurin millum tey bestu liðini er lítil, og fyri Ongland verður tað avgerandi, um teir tora at spæla fótbólt ella ætla at verja við 9 monnum aftanfyri bóltin allatíðina, sigur Morten Olsen