Onkur línuskip landa í vikuni

Streymurin verður hampiligur í vikuni sum kemur, og tað eru veðurvánirnar eisini.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eitt línuskip kemur inn at landa í morgin. Skipið hevur mest av brosmu og longu.

 

- Seinni í vikuni koma møguliga tvey línuskip aftrat inn at landa. Annað fiskar longu og brosmu, og hitt fiskar svartkalva.

 

Lagt verður aftrat, at streymurin verður hampiligur, og veðrið sær eisini út til at gerast hampiligt.

 

- Vit vænta tí, at nakað verður av útróðri, og bátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu og hvítingi. Onkur fiskar eisini við kalvalínu, veit marknaðurin at siga.