Onkur skal á beinkin

24 spælarar eru við í ferðalagnum hjá Manchester United, men bert 17 teirra sleppa á dómaraseðilin.

- Tað er lættari hjá mær at velja teir fyrstu ellivu, enn tað er at gera av, hvør skal verða eyka og hvør als ikki skal við, sigur Alex Ferguson.

Í ensku miðlunum verður tó gitt, at talan verður um sama lið, sum byrjaði dystin móti Wigan seinasta vikuskifti. Ta ferðina byrjaði Paul Scholes inni, og Ferguson hevur áður sagt, at Scholes heilt víst skal byrja inni í Moskva. Paul Scholes var leikbannaður, tá Manchester United vann Champions League í 1999.