Evropa noyðist at umhugsa stuðul sín til Ukraina, um fyrrverandi forsetin, Donald Trump, verður valdur til forseta í USA.
Tað sigur forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, sambært tíðindastovuni Reuters - tveir dagar áðrenn amerikanarar fara á val.
- Vit mugu gera okkum greitt, at um tað er ein forseti í Amerika, sum stríðist fyri friði - sum eg ikki bara trúgvi, men eg eisini lesi tølini soleiðis - so kann Evropa ikki vera verandi fyri kríggi, sigur Orbán.
Ungarski forsætisráðharrin hevur leingi staðið einsamallur millum evropeiskar ríkis- og stjórnarleiðarar við munandi meira positivum hugburði til Russland, sum gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022.
Harumframt stuðlar hann republikanska forsetavalevninum í stríðnum um at fáa lyklarnar til Hvítu Húsini aftur.
Viktor Orbán leggur afturat, at stríðið í Ukraina verður ovalaga á skránni, tá evropeiskir leiðarar hittast í høvuðsstaðnum Budapest í næstu viku.
Hann vísir til ein toppfund hósdagin, har ríkis- og stjórnarleiðarar í Evropeiska Politiska Samveldinum, EPC, hittast.
Harumframt er ætlanin, sambært Reuters, at ein meira óformligur fundur verður.
Í oktober upplýsti ungarski leiðarin, at Ukraina kann vinna stríðið móti Russlandi á vígvøllinum.
Tí er neyðugt við vápnahvíld og samráðingarloysn millum Russland og Ukraina, stendur í fráboðanini.
Í summar fekk Orbán eisini atfinningar frá leiðarunum í fleiri øðrum ES-londum, tá hann fór á "friðaruppgávu", sum hann kallaði tað, til millum annað russiska høvuðsstaðin, Moskva.
Her hitti hann forsetan í Russlandi, Vladimir Putin.
Í juli segði verjumálaráðharrin í Ungarn, Peter Szijjarto, eisini, at landsins stjórn sær Donald Trump sum "ein møguleika fyri friði" í Ukraina.
Donald Trump vann forsetavalið í 2016 og stillaði uppaftur í 2020 og tapti fyri demokratinum Joe Biden.
/Ritzau/