Eftir fýra drúgvar, nágreiniligur og kravmikilar venjingar í Læraraskúlahøllini, endaði venjingin í dag við, at farið var á Tinghúsvøllin at stilla upp – við 300 kórsangarum úr øllum landinum. Sat undir liðini av einum suðuroyðingi og einum skopuningi.
Sum kunnugt stjórnar Ásbjørn Berthelsen Føroya størsta kóri – um 300 í tali á Ólavsøku. Hann byrjaði sum kórleiðari, tá ið hann var 17 ára gamal. Nú skal hann frammanfyri øllum Føroya fólki leiða stórsta kórinum á tjóðardegi Føroya.
Ásbjørn Berthelsen, hevur kór, sang og tónleik í blóðinum. Pápi hansara, Ámund Berthelsen leiddi kór í nógv ár og spældi uppá m.a. urgu. Herluf Berthelsen, sum alt sítt virkna lív hevði kór, og hevur stjórnað Ólavsøkukórinum, var systkinabarn Ámund.
Ásbjørn er sera nærlagdur og dugnaligur, eisini at útseta til kór – skeivar rúttmur og klangir, men hann fær tað at bera til. Hann hevur ein nátúrligan myndugleika, uttan at blása seg upp.
Ein av avbjóðingunum, umframt nótar, hevur verið tað málsliga, at øll syngja einsljóðandi “havnamál” við ó [ou] og “ei”. At kalla allar útsetingarnar hevur hann havt ein fingur við í spælinum, tó at t.d. Hans Jacob Højgaard hevur skrivað lagið.
Onkur løg og útsetingar eigur Ásbjørn fult og heilt. Eisini hevur hann útsett “Á kundi á tíðar havið” hjá Poul F. Joensen og Hanus G. Johansen.
Ja, enntá Tórshavn hjá Poul F. Joensen og Hans Jacob Højgaard hevur hann pilkað við, við skilagóðum hegni!
Veðrið hevur ikki sæð so gott út til ólavsøkuna, men í skrivandi stund, væl brúkiligt – serliga til løtuna eftir kirkjutíð undir Tinghúsinum, ólavsøkudag. Átta sangir verða sungnir undir Tinghúsinum.
Spennandi verður!
##med2##
Her niðanfyri verður grein hjá Nanný Toftegaard, endurgivin
Ein dreymur at stjórna ólavsøkukórinum
Ásbjørn Berthelsen byrjaði sum kórleiðari tá hann var 17 ára gamal, nú skal hann stjórna Føroya størsta kóri.
Í ár verður tað strandingurin Ásbjørn Berthelsen, sum fer at stjórna ólavsøkukórinum, sum framførir á tinghúsvøllinum ólavsøkudag eftir gudstænastuna í Havnar kirkju.
Hetta er størsta uppgávan hjá einum kórleiðara
At stjórna ólavsøkukórinum er nakað, sum strembað verður eftir, og hetta hevur leingi verið ein dreymur hjá Ásbjørni Berthelsen, tí segði hann beinanvegin ja, tá ið hann bleiv spurdur í fjør heyst.
Kórsangurin ólavsøkudag er siðbundin, og fylgir einum føstum leisti, endað verður við tjóðsanginum, og næst seinasti sangurin er Tórshavn. Kórleiðarin kann kortini seta sín dám á, og tað hevur týdning fyri Ásbjørn Berthelsen. Hann hevur sjálvur gjørt satsirnar til allar sangirnar, sum kórið framførir, burtursæð frá tjóðsanginum.
- Tjóðsangin havi eg ikki ð við, sangin Tórshavn havi eg spælt eitt sindur við, og annars verður tað egnar útsetingar av kendum sangum.
Kórleiðari 17 ára gamal
Ásbjørn Berthelsen byrjaði sína yrkisleið í kórsangi í samkomuni. Hann leiddi sítt fyrsta kór, tá hann var bara 17 ára gamal.
- Pápi var kórleiðari, tí havi eg altíð verið í hesum umhvørvinum, og hugsaði at hatta kann eg saktans eisini.
Seinni heitti ungdómskórið VOX á Ásbjørn um hjálp, teimum tørvaði kórleiðara til eina konsert. Eftir konsertina ynskti kórið, at Ásbjørn skuldi verða nýggjur kórleiðari teirra, og hann var kórleiðari hjá VOX í 25 ár.
Í 2020 tók Ásbjørn Berthelsen rútmiska útbúgving á konservatoriunum í Aalborg. Síðani tað hevur hann verið sera virkin í kórtónleiki, og hevur flutt seg frá gospel, til meira rútmiskan tónleik.
Í dag er Ásbjørn Berthelsen kórleiðari hjá trimum kórum, hann endurstovnaði Stranda sangkór í 2020. Í 2024 gjørdist hann kórleiðari hjá Xperiment, tá Sigrið Sivertsen, sum stovnaði kórið, gavst, og Ásbjørn er eisini kórleiðari hjá Fljóðljóð, sum er eitt kvinnukór við royndum sangarum.










