VIDEO: Hellas Verona vann tveir venjingardystir í farnu viku

(Video) Her eru hæddarpunktini frá tveimum sigrum hjá Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum

16. august spæla Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið. Talan er um dyst í innleiðandi umfarinum í Coppa Italia (steypakappingini) móti Entella. 22. august byrjar kappingin í næstbestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu B.

 

Í farnu viku var Andrias við í tveimum venjingardystum hjá Hellas Verona.

 

Mikudagin vann Hellas Verona 2-1 á Virtus Verona, og leygardagin vann Hellas Verona 1-0 á Dolomiti Bellunesi.

 

Í dystinum móti Virtus Verona var Andrias bara á vøllinum í fyrra hálvleiki. 

 

HER eru hæddarpunktini frá venjingardystunum hjá Hellas Verona móti Virtus Verona og Dolomiti Bellunesi:

##med2##

 

##med3##