Otto spælir enn meira føroyskt í kvøld

Tað verða Hjarnar, Jens Marni og Týr heldur enn Volbeat, John Mogensen og Kim Larsen í Farum Arena í kvøld

Tað er ein avbjóðing hjá hondbóltssambandinum at skula skapa ein heimavøll í einum øðrum landi. Ein lykil í at hetta skal eydnast væl, er tiltikni føroyski hallarvarparin, Otto Immanuel Jacobsen, ið vanliga er at hoyra í føroysku hallunum til landsdystir, steypafinalur og hondbóltsdystir yvirhøvur.

Í heimadystunum ímóti Danmark og Ukraina í ávikavist Skjern og Keypmannahavn hevur hann lagt sín dám á dystirnar, og nú ger hann seg til reiðar til seinasta heimadystin í hesi undankappingini.

Tað hevur eisini verið øðrvísi at skula varpa hesar dystirnar, sigur Otto Immanuel Jacobsen, tá ið in.fo hittir hann undir venjingini hjá landsliðnum í Farum Arena

-Man skal spæla í nýggjum umhvørvi, við nýggjum fólki og nýggjum hallum, sigur hallarvarparin og heldur fram:

-Tað hevur verið eitt øgiliga stórt upplivilsi, men tað hevði sjálvandi verið nógv stuttligari um tað var á heimavølli í einari fullari høll av føroyingum, ger Otto Immanuel Jacobsen greitt.

Otto Immanuel Jacobsen hevur eisini verið við í nøkrum av størstu dystunum í Føroyum, millum annað tá ið U21 landsliðið hjá monnum spældi seg til HM í kappingini á Hálsi í januar 2017. Tað er øðrvísi at skula arbeiða við einum sovorðnum dysti, tí heima í Føroyum visti tú at har vóru bara føroyingar og teir stóðu allir saman um U21-landsliðið tá.

-Tað var nakað heilt serligt at spæla á heimavølli, høllin kókaði tá og eg var ovfarin um hvussu nógv fólk bakkaðu upp um tað. Øll vóru við og tað var fantastiskt, minnist hallarvarparin.

Ein hallarvarpari í hondbólti skal bæði seta tónleik á og eggja fólkinum til at rópa, og Otto Immanuel Jacobsen er fegin um at føroyingar eru vorðnir so raskir at taka undir við hesum.

Tað er sum vant drúgvar fyrireikingar til hendan dystin, og hallarvarparin hevur sum vant lagt eina greiða ætlan fyri dystin hóskvøldið.  Tað sum hevur verið eitt sindur eyka serligt hesaferð er at hann hevur valt eyka nógvar føroyskar sangir.

-Vit fara niður til Danmarkar og tað nyttar ikki hjá mær at spæla ov nógv av Volbeat, John Mogensen ella Kim Larsen, sigur Otto Immanuel Jacobsen.

 Í staðin verður tað Hjarnar, Jens Marni og Týr og annað, ið fer at vísa at Føroyar eiga heimavøllin hóskvøldið.

Leikararnir hava eisini ávirkan á hvørjir sangir skulu runga í høllini, og hallarvarparin greiðir frá, at tað er afturvendandi at leikararnir ynskja føroyskar sangir.

Leikararnir hava eisini fingið fullkomnan avgerðarrætt, tá ið tað snýr seg um upphitingina hóskvøldið í Farum Arena.

-Leikararnir hava allir sjálvir valt hvat teir vilja hoyra undir upphitingini, sigur Otto Immanuel Jacobsen at enda.