Vónbrotið var sjónliga stórt, tá KÍ-kvinnurnar eftir dystin máttu staðfesta, at tær í ár mátta taka til takkar við silvurmerkjum.
- Hetta var ræðuligt, men vit høvdu ikki uppiborið meira. Har hekk for lítið saman hjá okkum, og talan bleiv tí um nógv for nógv sparkarí, helt Rannvá Andreasen, tá vit fingu orðið á hana eftir dystin.
- Vit royndu at broyta upp á spælið í steðginum, men tað er framveigs ov tilvildarligt. Vit fáa kanska nakrar møguleikar, men nóg gott bleiv tað ongantíð, helt hon.
Mettar?
Tosið hevur í seinastuni snúð seg um, at kvinnudeildin í ár hevur verið meira spennandi, nú B36 í størri mun hevur verið við til at mynda deildina. Men hóast hetta, so helt Rannvá, at tær fyrst og fremst skulu royna at koma í gamla gearið aftur.
- Eg veit ikki hví, men vit spæla ikki so væl í ár, sum vit hava gjørt. Vit royna framvegis at koyra eins nógv á undir venjingini, men tað vil barasta ikki rigga ordiliga.Kann tað ikki vera okkurt slag av mettu, nu tit hava vunnið so nógv og so leingi?
- Tað er tað kanska. Men tað fáa vit ikki brúkt til nakað, helt Rannvá, sum tó framvegis ikki var í iva um, at FM-gullið skal enda í Klaksvík.
- Tað skal so ikki vera nakar sum helst ivi um tað, helt hon.