- Ovastevna er fyri alla familjuna, og her verða nógv ókeypis tiltøk fyri børn. Her verður stuttleiki, upplivingar og hugni.
Tað siga tey, sum skipa fyri ovastevnu í Nólsoy um vikuskiftið.
Tey vísa á, at børnini eitt nú kunnu fanga krabbar og vassa; tey kunnu gera risa sápubløðrur, krita og hoppa band, umframt at tey kunnu royna seg í ymiskum kappingum.
- Alt hetta er púra ókeypis, og barnatiltakið verður leygardagin komandi frá klokkan 14.30.
Á skránni fyri ovastevnu er eisini barnabasarur, har børn hava egnar sølubúðir, og børnini fáa eisini høvi at ríða á føroyskum rossum.
- Á fótbóltsvøllinum verða stuttligu boing-bóltarnir, og sjálvandi verður eisini høvi at royna 7D biografin, siga tey í Nólsoy, sum skipa fyri ovastevnu.