Fótbóltur
Tað er líkt til, at runavíkingar veruliga ætla at gera um seg í fótbóltsoddinum í ár. Eftir nøkur ár við plaseringum beint uttan fyri heiðursmerkjarøðina, verður kósin nú sett hægri, og tað tykist eisini, sum um fólkið til hetta er til staðar.
Álop og verja
Fyrsta stigið til hetta varð tikið, tá tað varð greitt, at Helgi L. Petersen og Óli Hansen aftur koma til barndómsfelagið eftir tvey ára útlegd, og nú hevur felagið eftir øllum at døma fingið fatur í Pól Thorsteinsson.
Tá vit sunnukvøldið fingu orðið orðið á Pól, váttaði hann, at avtalan var mest sum komin í rættlag, men at partarnir enn ikki høvdu skrivað undir nakað bindandi skjal.
Hann váttaði tó, tað helst verður í Runavík, at hann fer at royna seg komandi árið.
Sostatt er líkt til, at bæði verju- og álopsparturin hjá runavíkingum er komin í rættlag, og so er spurningurin bara, hvat nýggi venjarin, Jógvan Martin Olsen, fer at fáa burtur úr tilfarinum.
Í ár var Pól annars partur av liðnum hjá greipuvinnarunum úr B36, men við hesum hevur liðið eftir øllum at døma sagt farvæl til næsta spælaranum í landsliðsflokki, nú Heðin á Lakjuni eftir øllum at døma ikki verður í Føroyum komandi árið.
Formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, tykist tó ikki hava nakran skund í so máta.
- Sæð burtur frá Pól og Heðin, so verður hópurin mest sum hin sami komandi ár, og tað eru vit nøgdir við. Fleiri ungir leikarar eru í felagnum, sum vit rokna okkum nógv av í framtíðini, og vónandi fær onkur av hesum sítt gjøgnumbrot næsta ár.
- Sjálvandi hava vit tó eisini eygu og oyru opin um so er, at onkur møguleiki er at styrkja um liðið, men í løtuni verður tó ikki arbeitt ítøkjuligt við nøkrum leikara, sigur Kristian á Neystabø.