Pál Weihe: Útsetið konfirmatiónirnar um vikuskiftið

– Jú fleiri fólk koma saman á einum stað, jú størri er møguleikin fyri, at onkur kemur í ta konfirmatiónina, sum er ein smittuberi uttan at vita tað sjálvur, so tað tryggasta er at avlýsa ta veitsluna ella halda halda hana ógvuliga fámenta ella útseta hana.

Tað segði Pál Weihe, yvirlækni, við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.

Hann sigur, at løtuni vita tey ikki hvat tað er, sum fyrigongur í Havn. Men vónandi fáa vit greiðu á tí nokso skjótt, sigur hann.

– Tað er soleiðis, at vit í dag hava fingið nógvar tilburðir í Havn. Tað er lokaliserað í Havn, so tað er ikki ein landstrupulleiki, men ein Havnartrupulleiki. Vit halda, at vit hava skil á smittuketunum, men ikki heilt. So støðan í Havn er eitt lítið sindur ótrygg, og tí hava vit, sum búgva í Havn, eina serliga orsøk til at vera ansin, so sum tá vit fara inn í eina mannamúgvu, at vit brúka masku og halda øll tey tilmæli um frástøðu og reinføri.

Hann heldur, at nú ræður um at lata sosiala lívið liggja eina tíð.

– Vit eiga at skera veitslur og annað niður so nógv sum vit kunna, til vit vita, hvat hendir.

Í dag vórðu staðfestir 11 nýggir tilburðir av koronu.