Pætur á landsliðið: Mátti avdúka tað ov tíðliga

Pætur Petersen skuldi halda landsliðsboðini loynilig, men vinmennirnir vóru ikki til at snýta

Håkan Ericson, landsliðisvenjari, hevur úttikið landsliðið til Nations League landsdystirnar móti Litava og Turkalandi, sum verða 22. septembur og 25. septembur. Tveir nýggir spælarar eru í hópinum. Teir eru Andrass Johansen úr B36, og Pætur Petersen úr HB.

 

Pætur Petersen úr HB hevur havt eitt misjavnt kappingarár í HB, men hevur seinastu mánaðirnar vunnið seg fram. Hann skoraði tvey mál móti 07 Vestur, og ætlar sær eisini tað triðja, sum tó er skrásett sum sjálvmál.

 

- Eg sat saman við nøkrum vinmonnum og hugdi eftir NFL, tá telefonin ringdi. Eg fekk at vita, at eg ikki skuldi siga tað alment, men eg kláraði ikki at fjala tað fyri vinmonnunum, tí teir sóu á mær, at eg var glaður, fortaldi Pætur Petersen á FM1.

 

Skálvíkingurin segði eisini, at hann hevur verið til mangan landsdyst sum áskoðari, har hevur sitið við andlitsmáling og sungið við. Tí er hann errin av, at hann nú sleppur at royna seg á landsliðnum sum spælari.

 

- Pætur er ein spælari, sum kann hjálpa okkum, tá vit møta sterkari liðnum, ið trýsta okkum aftur. Hann er ein spælari við ferð og nógvari orku. Tað hava vit brúk fyri, sigur Håkan Ericson.

 

Tí kundi okkurt bent á, at Pætur Petersen í fyrstu atløgu er ætlaður ein leiklut móti Turkalandi á Tórsvølli, um hann kemur á vøllin í hesum landsliðsumfarinum.

 

Hósdagin 22. september klokkan 19.45, sum er klokkan 21.45 lokala tíð í litaviska høvuðsstaðnum, spæla Litava og Føroyar á LFF Stadion í Vilnius, og sunnudagin 25. september, somuleiðis klokkan 19.45 taka Føroyar ímóti Turkalandi á Tórsvølli. HB spælir í kvøld móti Víkingi á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 19 og FM1 sigur frá dystinum.

 

##ms##