- Hann hugsar meiri um atkvøður enn um sjúklingin - Tað sigur Páll á Reynatúgvu, tingmaður um Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum Páll á Reynatúgvu hevur spurt Karsten Hansen, landsstýrismann, um tað er rætt at hann ætlar at spjaða dialysuviðgerðina á fleiri sjúkrahús. Dialýsuviðgerð til nýrasjúklingar er annars bara á Landssjúkrahúsinum, men Páll á Reynatúgvu vildi hava at vita um tað passar, at landsstýrismaðurin nú somuleiðis ætlar, at Klaksvíkar sjúkrahús eisini skal hava dialýsu.
Og Karsten Hansen váttaði í gjár, at tað er júst tað, hann ætlar, nevniliga at stovna dialýsuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eisini. Hann ger greitt, at at tað er av atliti til dialýsu-sjúklingarnar norðaliga í Føroyum, sum annars skulu brúka heilar dagar, nakrar ferðir um vikuna, at ferðast til Havnar at fáa dialýsu. Hann sigur, at tað í roynd ger tað dialýsusjúklingar óarbeiðsførar, at teir skulu brúka heildar dagar tvær tríggjar ferðir um vikuna, upp á ferðast aftur og fram úr Havnini, hóast teir annars eru fult arbeiðsførir.
Hann viðgongur, at leiðandi yvirlæknin á Landssjúkrahúsinum hevur havt síni fyrivarni og at einki fakligt tilmæli er um hetta. Hann váttar eisini, at einki fakligt tilmæli er um hetta.
Men hann vísir á, at í Noregi er tað vanligt at hava dialýsu á smáum sjúkrahúsum og heilsudeplum, har sjúkrarøktarfrøðingar standa fyri viðgerðini undir eygleiðing av yvirlækna á einum meginsjúkrahúsi. - Tað er ein skipan, tey eru fegin fyri, tí sjúklingarnir sleppa undan at ferðast so langt og fakfólk siga, at hetta kann saktans gerast í Føroyum eisini.
Karsten Hansen sigur, at ein samstarvsavtala skal gerast við yvirlæknan á Landssjúkrahúsinum um at hava ábyrgdina av viðgerðini í Klaksvík. Samstundis er avtala gjørd um at starvsfólk á Landssjúkrahúsinum skulu undirvísa starvsfólki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. - Fakfólk siga, at tað kann gerast fult so trygt í Klaksvík undir eygleiðing av yvirlæknanum í Havn, sigur landsstýrismaðurin. - Tað er ikki dygdin í viðgerðini, sum er trupulleikin við at flyta viðgerðina á Klaksvíkar Sjúkrahús. Trupulleikin er tað afturvendandi persónliga stríði ímillum ávís fólk, legði hann afturat.
Landsstýrismaðurin sigur, at peningur er játtaður til neyðugu tólini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og tey verða bíløgd fyrsta dagin.
Tingfólk førdu fram, at skal frástøðan til Landssjúkrahúsið vera ein grundgeving fyri at stovna dialýsuviðgerð í Klaksvík, mátti tað verið sjálvsagt at byrja við at flutt dialýsuviðgerðina til Suðuroyar, tí tað er ikki koyrandi úr Suðuroy til Havnar.
Páll á Reynatúgvu heldur at tað er skelkandi at hoyra, at ætlanin er at stovna dialýsuviðgerð í Klaksvík, hóast einki fakilgt tilmæli er um tað.
Hann heldur, at Karsten Hansen, og restin av -eg veit ikki um eg skal siga norðoyakartellinum í Løgtinginum, hugsa meiri um at tryggja Klaksvíkar Sjúkrahús, og at fáa nakrar atkvøður, enn tey hugsa um at gera tað, sum er best fyri sjúklingin.
Hann heldur, at tað er ógvuliga órógvandi, at politikarar nú eru farnir at seta seg upp um eitt heilsufakligt tilmæli. - Skuldi tað givið nakra meining at spjadd dialýsuna, vildi tað verið natúrligari at byrja, har tørvurin er størstur og tað er í Suðuroy, sigur Páll á Reynatúgvu. - Men tað vil Karsten Hansen ikki, tí hann er úr Klaksvík og tað er ein stórur partur av politisku skipanini eisini.
- Eysturoyartunnilin er á veg og tá er tað hálvur tími úr Klaksvík til Havnar. Skulu vit hava dialýsu allastaðni, har tað er ein hálvur tími koyra, skal tað eisini vera í Vágum, heldur Páll á Reynatúgvu.
|