- Vit liggja nú framvið í offshore-vinnuni, har fleiri boripallar standa fyri umvælingum og uppgraderingum, sigur stjórin í MEST, Frithleif Olsen. Dóttirfelagið hjá skipasmiðjuni MEST - Pam Offshore Service - hevur í løtuni ongan sáttmála við Aker-fyritøkuna í Noregi. Feløgini bæði hava annars samstarvað í fleiri ár.
Síðst í mars komu seinastu arbeiðsmenninir heimaftur, og í løtuni hevur felagið ongan mann í Noregi.
Sagt verður, at minni er at gera uppi á landi í Noregi, har Aker-fyritøkan nú klárar seg við sínum egna fólki.
Stjórin í skipasmiðjuni MEST, Frithleif Olsen, sigur, at Pam Offshore Service, liggur framvið í offshore-vinnuni, har fleiri boripallar standa fyri umvælingum og uppgraderingum.
Hann vísir á, at Pam Offshore Service nú fer at senda nakrar mans til Stavanger á skeið. Hetta skeiðið verður í næstu viku, soleiðis at hesir kunnu verða til reiðar at fara út á boripallar at arbeiða, um felagið fær lut í onkrum sáttmála har.
Pam Offshore Service hevur havt upp í 85 mans í Noregi, tá mest hevur verið at gera. Fyrr í ár lá talið av arbeiðsfólki um 65.
Men í løtuni hevur dóttirfelagið hjá skipasmiðjuni MEST so ongar arbeiðsmenn í Noregi.