Panikkur í Fólkaflokkinum

Miðvís forfylging kallar Fólkaflokkurin bókina »Skjót journalistin«, sum kemur út í næstum. Fólkafloksmenn vilja vera við, at Tjóðveldisflokkurin stendur aftanfyri, og at Sjónvarp Føroya roynir at undirgrava løgmann. Annar høvundurin vísir aftur,at Tjóðveldisflokkurin hevur nakað sum helst við bókina at gera

»Skjót journalistin« eitur bók um politikk og journalistikk, sum kemur í bókabúðirnar 1. desember. Tað er júst tað, sum Fólkaflokkurin hevur hug at gera, nú ábendinbgar eru um, at bókin hevur tyngjandi niðurstøður um sjálvan løgmann.
Tingmenn Fólkafloksins hava sent Tjóðveldisflokkinum bræv, har teir siga seg hava frætt um bók, sum er ávegis, ið hevur til endamáls at sverta Anfinn Kallsberg. Teir siga seg eisini hava frætt, at Tjóðveldisflokkurin eigur lut í hesi bókaútgávu.
»Bókin er sostatt framhald av tí miðvísu undirgraving, sum byrjaði við brævinum hjá Kjartani Hoydal úr London í 2001 um at sabotera løgmann. Hon helt fram, tá tjóðveldistingmaður í fjør summar leyp á løgmann og setti samgonguna í vanda,« stendur millum annað í brævinum, sum er undirskrivað av Óla Breckmann, formanni í tingbólki Fólkafloksins.
Sipað verður til, at Tórbjørn Jacobsen legði Anfinn Kallsberg undir ikki at kenna mun á mínum og tínum í sambandi við hansara fortíð sum bókhaldari á Frostvirkinum í Norðdepli. Í tíðindaskrivi um bókina avdúka høvundarnir Grækaris Djurhuus Magnussen og Øssur Winthereig, at tað málið er ein týðandi partur í bókini. »Skjót journalistin« vísir fyri fyrstu ferð, hvat veruliga fór fram á Frostvirkinum í Norðdepli tey árini, Anfinn Kallsberg var bókhaldari á virkinum, siga teir.

Gamalt mál
Tað málið hevur javnan verið uppi og vent, og ivi hevur fleiri ferðir verið sáddur um leiklutin hjá Anfinn Kallsberg. Nú verða prógvini so løgd fram, skilst. Fólkaflokkurin roynir at vera fyrri og byrgja fyri. Farið verður eftir monnunum, ið hava skrivað.
Sagt verður, at sjónvarpsstjórin er limur í felagsskapinum »Hesuferð« og tí ein móttakari av loyniboðunum úr London at undirgrava politikk løgmans. Annar bókahøvundurin er í farloyvi sum tíðindaleiðari og hin virkandi tíðindaleiðari í SvF.
»Teir royna nú aftur við hesi bókaútgávu at niðra landsins politiska leiðara«, skriva fólkaflokstingmenn í brævinum til Tjóðveldisflokkin og seta Høgna Hoydal tveir spurningar.
? Hvønn leiklut hevur Tjóðveldisflokkurin í nevndu útgávu?
? Heldur Tjóðveldisflokkurin, sum umsitur mentamál og harvið SvF, tað vera sambæriligt við størvini hjá rithøvundunum í almenna sjónvarpinum at spilla umdømi løgmans?


Skjóta journalistin
Tingmanning Fólkafloksin væntar, at Tjóðveldisflokkurin svarar greitt.
Tjóðveldisflokkurin eigur als ongan lut í hesari bókaútgávu, er annar høvundurin, Grækaris Djurhuus Magnussen skjótur at svara, tá vit vendu okkum til hansara. Hann hevur sæð brævið, sum er sent fjølmiðlunum. Og tað, sum stendur í brævinum, sigur honum ikki so lítið.
? Heitið á bókini er »Skjót journalistin«, og brævið mestsum prógvar innihaldið í bókini. Tá ið tú dittar tær at grava eitt sindur djypri, so fara valdsharrarnir eftir journalistunum heldur enn at viðgera málið. Í brævinum stendur millum reglurnar, at vit vilja av við løgmann, men tað er ikki so, sigur Grækaris D. Magnussen.
Tað er greitt, at bókin kemur til eina tyngjandi niðurstøðu um fortíðina hjá løgmanni, men Grækaris D. Magnusssen vil einki siga um, hvørt tað eigur at fáa avleiðingar.
? Tað haldi eg, at vit eiga at lata upp til lesaran av meta um. Tað koma nýggj ting fram, sum ikki samsvara við tað, sum áður er komið fram. Annað fari eg ikki at siga enn, sigur Grækaris D. Magnussen.
Hann er í løtuni tíðindaleiðari í Sjónvarpi Føroya, og tað er sjónvarpið, sum fær toyggið frá Fólkaflokkinum. Grækaris D. Magnussen vil kortini einki siga um ta støðuna í løtuni.

Skipað forfylging
Óli Breckmann vil ikki vera við, at teir royna at skjóta journalistin. Hann heldur talan vera um eina skipaða forfylging av Fólkaflokkinum og serliga løgmanni, sum kemur týðiliga til sjóndar. Men hann viðgongur, at teir ikki kenna til innihaldið og tíansheldur, at løgmaður fer at standa í ringum ljósi.
? Vit ána ikki, hvat innihaldið er. Men vit hava hoyrt og forstaðið, og vit hava fingið fleiri ábendingar um síðstu vikurnar, at bókin kemur við eini lortaspann til løgmann. Vit ætla ikki at steðga bókini, og tað eigur mann heldur ikki at gera. Men vit vilja hava at vita, um SvF hevur nakað við hetta at gera, og um tað er sambærligt við fjølmiðlapolitikk og etiskar reglur, sigur Óli Breckmann.
Spurdur, hví teir ikki bíða við at viðgera innihaldið í bókini, til hon kemur út, svarar Óli Breckmann, at tá er ov seint.
? Tá verður so nógvur larmur og øsing, at vit fáa ikki eitt bein til jørðina, sigur hann.