Patrik rundaði eitt gott kappingarár við Keflavík av við at skora tvey mál í 4-0 sigrinum á Fram á heimavølli í dag.
Patrik endaði á 12 málum hetta kappingarárið, og tað er nógv tað mesta nakar føroyskur leikari hevur skotið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í einum kappingarári.
Umframt bæði málini hevði Patrik eisini aðrar stórar málmøguleikar.
Keflavík var av serfrøðingunum spátt at enda aftast í deildini, men teir hava gjørt tí til skammar. Keflavík endaði við at vinna niðara endaspælið við samanlagt 37 stigum.
Keflavík 4 - 0 Fram
1-0 Dagur Ingi Valsson ('35)
2-0 Patrik Johannesen ('48)
3-0 Dani Hatakka ('62)
4-0 Patrik Johannesen ('81)
Kaj Leo í Bartalsstovu slapp á vøllin tá 67 minuttir vóru farnir av dystinum millum FH og Akranes á Hafnarfirði. Akranes vann 2-1, men teir máttu vinna 10-0 á FH fyri at yvirhála betra málmunin hjá FH.
Vánaligi málmunurin hjá Akranesi bleiv dýrur. Bæði FH og Akranes endaðu á 25 stigum, men málúrtøkan hjá FH er minus 10 meðan málmunurin hjá Keflavík er minus 27. Tí flytur Akranes niður í næstbestu deildina.
Gunnar Nielsen hevur okkurt at dragast við í knænum, og tí var hann ikki við í hópinum hjá FH í dag.
FH 1 - 2 Akranes
0-1 Gísli Laxdal Unnarsson ('40)
1-1 Úlfur Ágúst Björnsson ('45)
1-2 Eyþór Aron Wöhler ('93)
Støðan
| Nr. | Lið | Dystir | U | J | T | Málmunur | Stig |
| 7 | Keflavík | 27 | 11 | 4 | 12 | 56:48 | 37 |
| 8 | ÍBV | 27 | 8 | 8 | 11 | 43:50 | 32 |
| 9 | Fram | 27 | 7 | 10 | 10 | 53:63 | 31 |
| 10 | FH | 27 | 6 | 7 | 14 | 36:46 | 25 |
| 11 | Akranes | 27 | 6 | 7 | 14 | 36:63 | 25 |
| 12 | Leiknir R. | 27 | 5 | 6 | 16 | 28:66 | 21 |











