Pauli Mittún og liðfelagarnir eru nú fjórðfremst

Team Sydhavsøerne hevur veruliga meldað seg uppí uppflytingarstríðið aftaná enn ein sigur

Í kvøld tóku Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne móti Rækker Mølle í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í Lollands Bank Arena.

 

Tað eydnaðist suðuroyggjamonnum at vinna dystin 27-24. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-11.

 

Pauli skoraði fýra mál í kvøld.

 

Team Sydhavsøerne er nú nummar fýra við 25 stigum. Teir eru bert eitt stig aftanfyri eitt annað føroyingalið, HØJ sum hevur 26 stig á triðja plássinum. Aftaná lokið grundspæl sleppur nummar trý at spæla Play Off dystir um uppflyting, so Team Sydhavsøerne hevur veruliga meldað seg inn í uppflytingarstríðið nú.

 

Komandi fríggjakvøld verður føroyingauppgerð á Frederiksberg í Keypmannahavn. Tá taka Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í FIF móti suðuroyggjamonnum á heimavølli.