ECB lækkar rentuna fyri triðju ferð í ár

Sambært búskaparfrøðinginum eru tað góð tíðindi fyri nógvar húsaeigarar, at tað eru "rentulækking á matskránni"

Evropeiski miðbankin, ECB, boðaði hósdagin frá, at hann lækkar rentuna við 0,25 prosentstigum. (Arkivmynd). - Mynd: Kirill Kudryavtsev/Ritzau Scanpix

Evropiski miðbankin, ECB, hevur gjørt av at lækka leiðandi rentuna.

 

Hon er lækkað við 0,25 prosentstigum til 3,25 prosent

 

Hesum boðar miðbankin frá í tíðindaskrivi seinnapartin.

 

Fráboðanin var væntandi, og ECB lækkaði eisini rentuna bæði í juni og september.

 

Hon er tó framvegis væl hægri enn fyri nøkrum árum síðani.

 

Í 2022 var rentan metlág -0,50 prosent, men fyri at fáa tamarhald á inflatiónini eftir innrásina hjá Russlandi í Ukraina, varð hon bumbað upp í 4 prosent.

 

Nú er toppurin tikin av aftur.

 

Sambært búskaparfrøðinginum Jeppe Juul Borre frá Arbejdernes Landsbank er tað "hugaligt fyri nógvar húsaeigarar, at rentulækkingar eru á skránni".

 

- Serliga húsaeigarar við skiftandi rentu eru ávirkaðir av rentuni hjá ECB.

 

- Næsta rentuásetingin er fyri nýggjár, og her eru útlit fyri enn lægri rentu, stendur at lesa í viðmerking.

 

Hann væntar, at Danmarks Nationalbank fer at fylgja við og lækka rentuna við tí, sum svarar til 0,25 prosentstig seinni í dag.

 

/Ritzau/

 


 

 

Evropeiski miðbankin, ECB, boðaði hósdagin frá, at hann lækkar rentuna við 0,25 prosentstigum. (Arkivmynd). - Mynd: Kirill Kudryavtsev/Ritzau Scanpix