Pauli Poulsen, B68

Vit hava spurt allar venjararnar í Effodeildini, hvussu teir eru nøgdir við kappingarársbyrjan. Her svarar Pauli Poulsen hjá B68

Pauli Poulsen, B68:

Steypakappingin: (vunnu 2-1 ímóti 07 Vestur)
- Vit eru víðari og tað eru vit sjálvandi nøgdir við. Fyrra hálvleik spældu vit heilt okey, skora tvey mál og spæla væl. Í seinna hálvleiki fara vit langt niður í tempo, loyva teimum inn í dystin og geva teimum møguleikar. Men vit fingu sigurin, og tað var tað, vit fóru eftir, sigur B68-venjarin stutt um dystin.

Landskappingin: (einki stig eftir tríggjar dystir)
- Í landskappingini er heldur tunnligt. Vit vóru í Gundadali og spældu ein vánaligan dyst, fyri at siga tað pent. Ímóti ÍF eru vit fyri ein stóran part við í dystinum, og júst sum teir avgera dystin og skora tvey mál, eru tað vit, ið hava ein trífaldan málmøguleika. Við tí positiva fóru vit inn til dystin í Gøtu, har teir skora eftir ein minutt. Vit vóru eisini væl í tí dystinum, sigur venjarin, sum skifti úr NSÍ til B68 undan hesum kappingarárinum.
- Tey grundleggjandi tingini eru har. Liðini fáa ikki nógvar málmøguleikar ímóti okkum, men vit mangla at skapa fleiri málmøguleikar.
B68 hevur umframt nýggjan venjara fingið hópin av nýggjum leikarum, og nógvir av hesum komu seint í tilgongdini. Hevur hetta verið ein trupulleiki?
- Tað er einki at ivast í, at longri tíð gongur, betur verður liðið samanspælt. Vit hava tó havt undrunarvert nógvar skaðar. Higartil hava vit havt um átta leikarar skaddar til hvønn dyst, og tað er ikki nakað, eg veit um er hent áður. Um tvær vikur eru nakrir við aftur í hópinum, og tá kemur vónandi at síggja betri út. Komandi vikurnar skulu vit gjarna verða betri og betri - tað vóna vit í øllum førum, sigur Pauli Poulsen.