Annan dystin á rað var landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen ikki partur av hópinum hjá HØJ.
Týski, Till Klimpke og norski, Emil Imsgard vóru málverjar hjá HØJ, ið á heimavølli vann 33-26 (18-12) á Ringsted í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Talan er um fyrstu stigini hjá HØJ, ið hevur tvey stig fyri tríggjar dystir.
Jóhan á Plógv Hansen skoraði seks mál, og hann var triðbesti málskjúttin hjá Skanderborg-Aarhus, sum vann 33-30 (20-15) á Fredericia á útivølli.
Skanderborg-Aarhus hevur fýra stig fyri tveir dystir.
Í næstbestu deildini hava Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel tryggjað sær fyrstu stigini í næstbestu deildini.
Kjartan og liðfelagarnir vunnu á útivølli 27-26 á Lemvig-Thyborøn, ið var liðið hjá Kjartani farna kappingarár. Niels Sørensen skoraði sigursmálið beint undan dystarloki.
Kjartan skoraði trý mál.
Vendsyssel hevur tvey stig fyri tríggjar dystir.