Pauli vitjar sínar egnu

Meðan Skála verjan hevur gott tak á, so hevur 07 Vestur tríggjar tær seinastu ferðirnar bara skorað eitt mál

Pauli Poulsen var venjari hjá barndómsfelagnum Skála frá 2014 og fram til í fjør. Nú hevur hann ábyrgdina av 07 Vestur, sum seinnapartin verður gestur á Skála.

Brekkan er brøtt hjá Paula og hansara monnum, sum burturúr átta teimum fyrstu umførunum bara hava vunnið eitt stig. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur liðið til saman skorað eitt mál – fínt mál í Sarpugerði sum Gilli Samuelsen skoraði.

-Aftur og aftur spæla vit okkum til møguleikar – ikki minst í fyrra hálvleiki í Gundadali ímóti HB síðsta sunnudag – men vit megna ikki at skjóta mál, og tað kostar nógv, tá ið mótstøðuliðið skorar, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá Skála.

-Avbjóðingin er, at vit ikki skulu detta so langt aftur í verjupartinum, sum vit hava lyndi til at gera. Royndirnar eru ikki so nógvar á liðnum, men vit arbeiða hart, og vit vóna, at tað fer at gleppa, og vónandi verður tað ídag, nú Ken Fagerberg og Jón Krosslá Poulsen eru um at koma fyri seg aftur, sigur Pauli Poulsen.

Ndende Adama Guéye hevur brotið armin og spælir ikki næstu vikurnar.

 

Tølini siga, at Skála verjan er stinn, tí tað eru bara farin sjey mál ígjøgnum í átta teimum fyrstu umførunum, og fýra ferðir er einki mál farið ígjøgnum. Fyri einari viku síðani endaði tað við málleysum javnleiki á Eiði.

-Vit eru nøgdir við gongdina, hóast vit halda, at vit hava havt møguleikar at vinna onkur stig aftrat. Hugburðurin er góður undir venjing, og tað kemur væl við, at tað nú er kapping um plássini, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein.

Hann sipar til, at Bárður Danielsen og Teitur R. Joensen seinastu ferðirnar hava átt stóran leiklut. Teir vóru ikki við fyrstu umførini.

Haraldur R. Højgaard er framvegis skaddur, og Heðin Klakstein er tøkur aftur, eftir at hava verið skaddur í fótinum.